Kiksarar og misskot kostaðu sigurin

Ein kvinnudystur millum VÍF og Kyndil fer ongantíð at vera ein klassikari í sama týdningi, sum mansdystirnir millum somu feløg vóru á sinni. Men fyrsti finaludysturin í høllini í Vestmanna gjørdist sera spennandi ta einu løtuna í seinna hálvleiki og har skuldi ikki nógv til afturat fyri at venda gongdini – og tá kundi alt hent móti endanum.

Í byrjanini av dystinum vóru bæði liðini sjónliga merkt av nervum og varisligum spæli. Men álitið hjá kyndlaleikarunum vaks munandi tá nakrir minuttir vóru leiktir. Kyndakvinnurnar dugdu betur enn kvinnurnar hjá VÍF av spæla seg ígjøgnum verjuna og tá Simona Petersen í tríggjar minuttir skeyt fýra mál á rað var støðan vorðin 8-3 til Kyndil. Luftin fór bæði úr heimaliðinum og áskoðarunum og spenningurin tóktist at vera farin úr dystinum. Trý brotskøst við fullari úrtøku til Kyndil og tvær útvísingar til VÍF sigur eitt sindur um trýstið, um VÍF-kvinnurnar vóru undir stóran part av fyrra hálvleiki. Eitt time-out frá VÍF-venjaranum Kára Mortensen um miðjan hálvleik minkaði munin niður í trý mál, men so herjaði Simona Petersen á aftur við trimum málum og Anna Brimnes við einum. Hálvleiksstøðan 12-7 til Kyndil.

Durita

Myndir: Álvur Haraldsen

Durita Christophersen royndi allan fyrra hálvleik at halda sínum liði við í kappingini, men hon fekk ov lítla hjálp frá Liljuni Djurhuus, sum stóran part av hálvleikinum var meira ella minni mansvard. So at siga allar VÍF-kvinnurnar vóru sum gandaðar at gera mistøk. Eg vil ikki kalla tað tekniskar feilir, tí talan var meira ítøkiliga um kiksarar og misskot – alt ov nógv fór við síðuna av ella á stongina og alt ov ofta endaði spælið í einum trunka. Vit saknaðu vongspælið. Men tá hetta er sagt um fyrra hálvleik, so stríddist Kyndlaverjan øgiligt og málverjin hevði somuleiðis fleiri góðar bjargingar.

VÍF-kvinnurnar høvdu ein heilt annan hugburð, tá tær komu útaftur til seinna hálvleik. Liljan Djurhuus bumbaði beinan vegin tveir bóltar í netið og so var støðan 12-9. Bára K. Hansen vann Kyndli eitt mál afturat í triðja minutti, men so kom ein løgin vend í dystin. Teir næstu 17 minuttirnar fekk Kyndil einki mál, meðan VÍF bardi seg upp til 13-12. Tað vóru stór avrik av VÍF-gentunum hesa løtuna og ikki minst av málverjanum Steinbjartu Marnersdóttir, sum ferð eftir ferð tók kyndlaskotini.

VÍF-genturnar høvdu brúkt nógva orku hesar fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki og tá er mangan trupult at savna seg um tað rætta. Tað er ikki trupult at ímynda sær, hvørjari sinnisstøðu ein skotvandur leikari sum Simona Petersen er í eftir nógvar miseydnaðar royndir í 20 minuttir. Kyndil fekk brotkast og Simona slapp at skjóta. Hon endurvann álitið fekk ikki afturhald og slapp ov lætt til skotini og tey fýra málini, hon fekk afturat. Høvdu VÍF-kvinnurnar evnað og orkað við støðuna 13-12 at taka Simonu úr spælinum, hevði úrslitið av dystinum ivaleyst verið øðrvísi, enn endaliga úrslitið 19-16 til Kyndil.

Hesin seinni hálvleikurin í fyrstu finaluni gevur góðar vónir til dystin í Havn leygardagin. Her er als einki avgjørt. Fleiri streingir eru at spæla upp á hjá VÍF-liðinum og vónandi klárar venjarin at banka vissuna í leikararnar um at her skulu tríggjar finalur leikast, áðrenn vinnarin er funnin.

VÍF: Steinbjarta Marnersdóttur, Viviann Petersen, Tóra Seloy 1, Durita Ljóstein 3, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 6, Rakul Joensen, Durita Christopersen 4, Annika Patti, Randi Virgarsdóttir, Guðrið Poulsen, Sóley Hórará 1, Eilin Hansen og Agnas Olsen 1.

Útskiftingarbonkur: Jóhan Poulsen, Sveinbjørn Poulsen, Kári Mortensen og Svanna Hanusardóttir.

Kyndil: Røskvá S. Nielsen, Kristina Griksaite, Tomma Petersen, Jórun S. Ludvig 2, Bára K. Hansen 3, Anna Sofía M. Mohr 1, Asleyg Súnadóttir, Bjarta O. Johansen 1, Anna Brimnes 1, Beinta Barðardóttir, Turið Arge 1, Simona Petersen 10, Annika Sigurðdardóttir, Guðrun R. Olsen og Randi Wardum.

Útskiftingarbonkur: Andreas F. Hansen, Sophus Dal Christiansen, Leif Kristoffersen og Anja Heinadóttir.