Yngsti leikarin vann dystin

Tólv mans á vøllinum stríðast sum úlvar fyri at bjarga sínum liði. Allir geva seg 110 prosent. Í hvør sínum máli liva málmenninir eisini upp til sín setning, sum er at forða bóltinum at fara ov ofta inn um strikuna. Tá tað nærkast endanum snýr tað seg um at hvørki av liðunum fer meira enn eitt mál framum. Í seinastu sekundunum endar dysturin við javnleiki.

Í stuttum eru hetta krøvini til ein spennandi hondbóltsdyst. Tú kanst ongantíð bíleggja ein slíkan dyst, men við jøvnum millumbilum stinga teir seg upp. Ein sovorðnan dyst fingu fólk fyri 100 krónur í Vestmanna hósdagin í fyrstu finalunum í bestu mansdeildini.

Dysturin var taptur, tá VÍF í seinastu sekundunum við fimm monnum á vøllinum fekk fríkast. Støðan minti um hana, sum hevur avgjørt dystir millum VÍF og Kyndil, har eingin tíð hevur verið eftir – bara møguleiki fyri einum einasta skoti. Áki Egilsnes, yngsti útleikari á VÍF-liðinum, man vera ein tann neyvasti skjúttin í føroyskum hondbólti. Hann fekk álitið at skjóta, fekk bóltin, leyp upp og brendi hann við hondliðinum í netið.

Mads

Úrslitið merkir, at nú fáa vit eina nýggja, javnbjóðis finalu í Kollafirði leygarkvøldið. Javnleikurin hósdagin gav serliga VÍF ein moralskan sigur. Eftir at hava verið á odda so at siga allan dystin, lá VÍF til eitt tap á heimavølli. At dysturin nærum var taptur gjørdi, at málið hjá Áka Egilsnes kendist sum eitt sigursmál. Tí fer eingin annar illa av, at Áki Egilsnes við sínum íalt átta málum verður útnevndur dagsins hetja í høllini í Vestmanna hósdagin.

VÍF átti byrjanina og VÍF hevði sum so tamarhald á øllum fyrra hálvleiki, hóast KÍF ta einu ferðina hótti VÍF-leiðsluna. Eli Müller byrjaði sum ein brandur, tók fyrst tvey skot og síðani tvey brotskøst og var heitur eftir fýra minuttum. Tann leikluturin helt sær stórt sæð gjøgnum allan dystin.

Hóast VÍF hevði tamarhald á fyrra hálvleiki, so lá tað í luftini, at KÍF-leikararnir ikki fóru at verða lættir at syfta í seinna hálvleiki. Málmunurin minkaði sum hálvleikurin leið og eitt bíligt mál til KÍF í seinastu sekundunum boðaði ikki júst frá góðum.

Tað vísti seg eisini, at KÍF-ararnir komu sum eitt óløgi út til seinna hálvleik. Andrias Nielsen, sum miðskeiðis í fyrra hálvleiki tóktist at fara út við stórum skaða í knænum, var aftur sprelllivandi og legði fyri við málskjótingini hjá kollfirðingum. Støðið fyri restina av dystinum var lagt. Har var ongantíð meira enn eitt mál á muni og ein øgiligur spenningur so hvørt endin nærkaðist. Óhepni var stundum við báðum liðum og hetta var við til at halda javnvágina. Eingin ivi var um, at báðir partar vildu vinna hetta stríðið. Av tí at VÍF hevði verið framman fyri stóran part av dystinum, kom størra sálarliga trýstið at liggja á VÍF-leikarunum móti endanum. Hetta gav KÍF-arunum ein lítlan fyrimun og tá 10 sekund vóru eftir hildu bæði vestmenningar, kollfirðingar og ivaleyst eisini tey flestu sum lurtaðu, at KÍF hevði vunnið hesa fyrstu finaluna. Til Áki Egilsnes bjargaði javnleikin 26-26.

Vit saknaðu vongspæl frá vestmenningunum. Vit saknaðu fleiri skjótálop og kanska kundu vit eisini sæð fleiri fríspælingar. Men í einum so tøttum dysti við so góðum verjum er trupult at fáa alt. Dysturin fer ikki í søguna sum tann best leikti, men hann fer at vera mintur fyri sera kontant og hart spæl og fyri so intensivan spenning, sum tú sjáldan upplivir í hondbólti.

Leygardagin er ein nýggjur dystur. Alt er opið og fortreytirnar eru tær somu: leikararnir mugu geva seg 110 prosent og eitt sindur afturat. Tá eiga vit at vinna.

VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen 3, Julian Olsen, Joen Pauli Høgnesen 2, Agnar Joensen 1, Áki Egilsnes 8, Andrias Eriksen, Niklas Simonsen, Zarko Pejovic 1, Mads Eriksen 4, Tóki Seloy, Teis Rasmussen, Filip Jojic 5, Sjúrður Nielsen, Bjarni Durhuus og Sámal Jákup Djurhuus 2.

Útskiftingarbonkur: Hendrik Gerset, Dejan Lacok, Jákup Durhuus og Jóngerð Nielsen

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 4, Janus Jakobsen, Magnus Muller 5, Rasmus Junker, Pætur Johannesen, Tony Weyhe 2, Teitur Joensen 1, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Nicklas Selvig 4, Rógvi Weyhe 1, Rúni Joensen 2, Jákup Trygvson 1 og Ási Dam.

Útskiftingarbonkur: Eddie Joensen, Jóan Pauli Olsen, Zeljko Jotic og Ernst Johannesen.

áskoðarar