Kunning um VÍF-draktina

VÍF skal umbera at draktin ikki er komin enn. Tað var soleiðis, at draktin skuldi koma til landi í fyrstu viku av novembur, men hetta hendi ikki. Síðani hevur veitarin av draktini arbeitt av øllum alvi fyri at fáa draktina til landi, vit hava so seint sum í dag fingið at vita, frá veitaranum, at draktin skal kom í handilin áðrenn jóla. Vit mugu so bara vóna at so verður og VÍF fer at kunnað tykkum á heimasíðuni, so skjótt draktin er komin og klár til keyps.