Mikukvøldið 7. desember leveraðu VÍF kvinnurnar aftur eitt gott avrik. Hesaferð í landskappingardysti móti Neistanum á útivølli. VÍF byrjaði væl og løgdu seg odda frá fyrsta bríksli. Eftir 12 minuttir var VÍF á odda 7-1. Í verjuni eydnaðist at fáa tamarhald á skotsterku Barbaru Brauer, so hon ikki fekk so nógv burturúr fyrstu løtuna. Og í hinum endanum vóru VÍF kvinnurnar sera effektivar at fáa mál. Men so kom stígur í málskjótingina, og tá 25 minuttir vóru leiktir, hevði Neistin hálað seg upp á javnleik 10-10. Hálvleikstøðan var 13-12 til Neistan.
Í seinna hálvleiki fylgdu okkara kvinnur væl við Neistanum, sum tó var á odda við 3-4 málum meginpartin av tíðini. Onkuntíð minkaði VÍF tó um munin niður í tvey mál. Barbara Brauer var størta hóttanin í seinna hálvleiki, men Viviann í VÍF málinum bjargaði fleiri av hennara dundurskotum, m.a. einum brotskasti. VÍF kvinnurnar skoraðu 12 mál í seinna hálvleiki. Endaligan úrslitið gjørdist 28-24 til Neistan.
Við slíkum góðum hugburði og vælskipaðum spæli bæði í verju og álopi kann alt henda í Vestmanna 14. desember, tá Neistin kemur á vitjan í Coca Cola kappingini.
Malskjúttar:
VÍF: Liljan Djurhuus 6, Annika Poulsen 4, Halla Durhuus 3, Agnas Olsen 2, Elisa Leo 2, Linda Davidsen 2, Torgunn Johansen 2, Jóhanna Gunnlaugsdóttir 1, Tóra Seloy 1 og Finngerð Jensen 1
Neistin: Jacklin Durhuus 6, Nicoleta R. Hansen 6, Barbara Brauer 5, Bára Hansen 5, Annika Thomsen 3, Marjun Danberg 2 og Birita Wardum 1
Næsti dystur í landskappingini verður longu leygardagin 10. desember á Skála móti StÍF.