VÍF – KÍF 25-27

Nú kuldin hevur lagt seg um landið,hevði hesin dagurin ymisk tilboð til at halda varmanum. Heilbrigdið
bjóðaði inn í varman í Norðurlandahúsinum til frágera gott og áhugavert tiltak í smb. við 25 ára hald –  tillukku við degnum
og góðan byr framyvir. Hevði tú hug til uttandura aktivitet, kundi tú skriva tær eitthvørt á eitt lørift, hanga tað á ein
ella tveir træpinnar, klæða teg til tennirnar, og fara oman á tað føroyska Tahira Vaglið, og mótmæla einum og hvørjum sum
framtíðin kann finna uppá at bjóða okkum. Sjálvt Framtíðin í Vági var farin til Havnar at mótmæla framtíðini. Eitt triðja
tilboð til dagin var at fara í Høllina í Vestmanna, har nýggi klassikarin í føroyskum hondbólti – dystirnir millum VÍF og KÍF
– var á skránni.

Tað sigst, at seyðurin á leiðini millum Kollaførð ogVestmanna var rikin burtur frá vegnum, so hesir
ikki órógvaðu teir alspentu kollfiðringarnar, sum i stríðum streymi løgdu leiðina vestur um. Í hálkuni var vandin fyri, at
hesi fírbeintu kundu verði yvirkoyrd.

Okkara vælumtóktu altjóða dómarar Andreas og Eyðun bríkslaðu dystin í gongd, júst afturkomnir frá
stór-uppgávu í Hamburg, í Champions League – tillukku við tí tit báðir.

Eftir øllum at døma høvdu vestmenningar fingið annað rætta beini av songini. Teir løgdu
bragdliga fyri og løgdu seg á odda við 3 málum, áðrenn kollfiðringar fingu sítt fyrsta mál. Esini tey næstu 3 málini
fullu til heimaliði, sum sostatt var á odda 6-1 eftir 10 minuttum.Tá korteri var farið, høvdu kollfiðringarnir tó minka
um munin til 7-4. Men tað var sum um vestmenningarnir ikki góvust á hondum, meðan feil-procenti hjá kollfiðringum lág á tí kritiska
markinum, so kritiskt, at venjarin longu eftir 10 minuttum gav leikarunum ein blokkstuðul í danskari hondbólts-mállæru. Men
lítið hjálpti; tá 20 min. vóru leiktir, var VÍF á odda 12-5, og lítið sást til, at KÍF var oddalið í kappingini. VÍF-liðið
tóktist væl skipað, gjørdu næstan ongar feilir, og Áki G. setti fer eftir fer skipaði álop í gongd sum endaðu við einum málið
– ein fragd, sæð við gul/bláum eygum. VÍF hálaði seg upp á eina 9 máls leiðslu eftir 29 min. áðrenn KÍF í seinasta
minuttinum fekk minkað um munin við 2 málum niður í 7 mál – 2 mál sum seinni skuldu vísa seg at verða tað reina ”opium”
fyri leikarnar hjá báðum liðum, annað down, hitt up.

Ein – fyri vestmenningar – sera vælspældur fyrri hálvleikur var at enda komin, og í
kaffisteðginum var skift orð um, hvussu tað kundi bera til, at hetta lið stóð við 0 stigum av 6 møguligum eftir dystir móti
STÍF, Team Klaksvík og H71 fáar vikur framman undan. Ein afturhalds-viðmerking fall um, at vestmenningar ígjøgnum áratíggir
høvdu trupuleikar av at verða favorittar, og av tí sama manglaðu evnini at hava neyðuga virðing fyri sínum mótpørtum, tað verið
seg á kappróðrabáti ella á hondbóltsvølli. Og favorittar at vinna hendan dyst vóru teir nú í øllum førum við eini 7-máls
hálvleiks leiðslu – ella…?

Vit føroyingar plaga at siga, at bara lúsin útlensk er, so… . Hvat hent er í hálvleikinum veit eg
ikki, men onkur donsk og íslendsk glosan man verða fallin í reyða leirinum, og væl tað. Tað tóktist sum um venjararnir høvdu sett
fýrverkarí í endatarmin á sínum leikarum – skil meg rætt… .

KÍF minkaði beinanvegin munin við 2 málum afturat niður í 5, síðan komu 2 mál í part, soleiðis at
støðan eftir 7 min. var 19-14. Men hóast 5 máls leiðslu sást eitt ófrættakent ráðaloysi at valda á teimum gulu leikarunum –
also á odda við 5 málum, royndir leikarar á vølli…!!!  Og tá tað er sagt, er eisini uppá sítt pláss at geva okkum áskoðarum
eina áminning – ongin hjálp var at heinta frá okkum deyðakvirru viðhaldsfólkum, og tað er eftirhondini vorið okkara eyðkenni,
tíverri.

Kollfiðringar haraftur ímóti  – bæði leikarar og áskoðarar – útnyttaðu hettar ráðaloysi, og høvdu
eftir 17 min. minkað munin niður í 2 mál 19-17. So komu aftur 2 mál í part, soleiðis at støðan eftir 15 min. varð 20-18.
Sostatt hevði KÍF uppá 16 min. (1 + 15) vunnið við 7 málum. Næstu 2 min. fær VÍF 2 útvísingar, sum tó ”bert”geva
kollfiðringum 1 mál, so støðan er 22-21 til VÍF tá KÍF tekur sít time-out. Helst hava KÍF’venjararnir her mett, at ein eyka
rakett skal monterast á teirra leikarar, fyri at lukkað ballið!

VÍF fær tó tað fyrsta málið eftirtime-out’i, men so er fjúsi hjá kollfiðringum brent inn á krúti,
og áðrenn vestmenningar hava vent sær ( um ikki í dag, so í morgin…), hava kollfiðringar við 4 málum á rað lagt seg á
odda 23-25… ! Nú meldar VÍF ”nolo” við tí grøna kortinum – eftir at hava verið í fríðum falli í samfullar 29 min. (1+28) og
hava tveitt eina 9 máls leiðslu fyri borð, og yvirhálaðir við 2 málum. Men hettar – eftir mínum tykki – alt ov seint tiknað
T.O. vísti seg tó bert at gerast ein formalitetur. Næstu 3 min. komu 4 mál, 2 í part til endaliga úrslitið 25-27.

Ovfarakæti á kollfiðringum blandað við vantrúgv í vestara partinum av Norðstreymi. Vestmanna
áskoðararnir sóu út sum høvdu teir fingið øll mótmælis skeltini á Tahira Vaglinum í Havn um oyri, púra flatir, hart
skattair av kollfiðringum.

Vónaði bert, at seyðurin framhaldandi helt seg av vegnum, nú kollfiðringarnir løgdu leiðina
um Høgareyn. Mátti tó á heimleiðini ásanna, at harurnar ikki høvdu havt sama hepnið. Málmunurin í dystinum mátti faldast við
2, nú 4 harur sóust yvirkoyrdar millum bygdana.

Hóast Eli stríddist manniliga, vórðu vestmenningar regulert hólvaðir av við 11 máls muni uppá 31
minuttir í egnari holu í Vestmanna. Orsøkirnar eru  helst fleiri, og meiningar við – má  bara staðfesta, at rutinan í hópinum
ikki megnar 60 minuttir, og at yngra ættarliðið má traðka meira í karakter og geva teimum eldru ein meira skarpan gang, soleiðis at
vit í størri mun síggja eina blanding, har teir yngru taka av møguleikanum (um teir fáa hann) at bjóða teimum eldru av.
Seinastu dystirnar hava teir eldru lært teir yngru í minna lagið – yvir 60 minuttir-. Vit áskoðarar eiga eisini at taka í egnan
barm. Spyr Liverpool-áskoðarnar frá minniligu CL-Moskva finaluni í 2005, hvønn týðning uppbakningur frá áskoðarum hevur í trongum
støðum. Hasar avbjóðingarnar hava kollfiðringarnir ikki – heldur tvørtur ímóti.

Til kollfiðringar vil eg bara siga, at tað er ein sonn fragd at síggja tykkara eldhuga, bæði innan- og
uttan fyri vøllin. Gleðist tykkara vegna yvir komandi finalu(rnar), og unni tykkum ein sigur, um so er at mótstøðuliðið ikki spælir
í gulum og bláum… 🙂

Dagsins viðmerking sum S.O. Segði (kundi eisini verið stytt SOS…):

Hettar var jóla hondbóltur við lít, teir spældu sum einglar í fyrra hálvleiki, og sum nissur í seinna…”

Kollfiðringar kunnu siga tað sama, bara í øvugtari raðfylgju – nissur í fyrra og einglar í seinna – eitt satt einglakór… !

 Gleði meg longu til næsta dyst ímillum hesi bæði lið.