Sunset VÍF-VB 28-26

3. desmber: VÍF kvinnurnar vunnu uppiborið landskappingardystin í Vestmanna í dag móti VB. Fyri 6 døgum síðani tapti VÍF á útivølli við ikki minni enn 17 málum. Longu frá byrjan sást at VÍF liðið var “tendrað”, og at tær vildu hava eitt heilt annað úrslit í dag. Tær drógu frá VB alt fyri eitt og løgdu seg odda. Eitt skifti var VÍF á odda við 6 málum. Verjan stóð væl og serliga skjótálopini riggaðu væl. Tá farið varð til hálvleik, var støðan 15-10 til VÍF.

Í seinna hálvleiki hildu VÍF kvinnurnar áfram við sama góða spæli. Tær kláraðu at halda seg á odda við 4-5 málum meginpartin av seinna hálvleiki. Men móti endanum av dystinum sást týðuligt, at kreftirnar gingu undan. Kortini hildu tær fast um leiðsluna, og stríddu seg til ein tvey máls sigur, har endaliga úrslitið gjørdist 28-26 til VÍF. Hóast Liljan Djurhuus var mansvard stóran part av dystinum, gjørdist hon toppskjútti hjá VÍF við 7 málum. Hjá VB var Helga Eyðunsdóttir Kjærbo mest eyðsýndi leikarin í dag. Hon skoraði eisini 8 ferðir.

Málskjúttar:

VÍF: Liljan Djurhuus 7, Elisa Leo 6, Tóra Seloy 6, Agnas Olsen 5, Jóhanna Gunnlaugsdóttir 2 og Linda Davidsen 2

VB: Helga Eyðunsdóttir Kjærbo 8, Gurið Mortensen 5, Natasha Ivanovski 5, Bára Mortensen 3, Rannvá Johannesen 2, Una Egilsdóttir 2 og Ana Lukic 1

Næsti dystur hjá VÍF í Sunset deildini verður longu mikukvøldið 7. desember í høllini á Hálsi í Havn móti Neistanum.