Kvinnurnar: Stórsigur á StÍF og miða eftir finaluplássi

VÍF-kvinnurnar vunnu leygardagin ein væluntan 29-21 sigur á StÍF og eru framvegis við í oddastríðinum um annað finaluplássið. Genturnar hava 18 stig fyri 14 dystir. 10 dystir og 20 stig eru eftir at spæla um, tá kappingin verður tikin upp aftur fyrst í februar. Seks av kvinnuliðunum skulu kortini spæla dystir fyrst í januar.

Dysturin móti StÍF vísti, at VÍF-kvinnurnar høvdu fult tamarhald á støðuni heilt frá byrjan. Tað var eingin ivi um, at tær vildu endað fyrra helming av kappingini við einum sigri, og VÍF legði seg skjótt á odda við fýra-fimm málum. Hálvleiksstøðan var 17-11.

VÍF-genturnar vóru óhepnar í byrjanini í seinna hálvleiki, brendu fleiri skot og skjótt var munurin minkaður niður í trý mál. Men genturnar vóru sinniligar, fótaðu sær og reiðiliga tað, funnu spælið frá fyrra hálvleiki fram aftur og vunnu trivaligan 29-21 sigur.

Venjarin Henrik Gerster fekk í dystinum høvi til at royna spælarar, sum áður ikki hava havt so nógva leiktíð. Samstundis royndi hann nýggjar samansetingar á liðinum, millum annað við Daniellu Joensen sum spælstýrandi í álopinum og við Agnasi á strikuni. Ein uppseting, sum venjarin hevur møguleika at royna aftur seinni í kappingarárinum.

VÍF: Liljan Djurhuus 7, Durita C. Jojic 7, Agnas Olsen 6, Eilin Hansen 6, Tóra Seloy 1, Rakul Joensen 1, Daniella Joensen 1, Ronja Johannesen, Beinta Sveinbjørnsdóttir, Annika Patti, Steinbjarta Marnersdóttir og Viviann Petersen.

StÍF: Rebekka Justinussen 7, Fríðrún Danielsen 4, Paula Høgnesen 4, Irena Dam 2, Sólfríða Pattinson 1, Bára B. Danielsen 1, Ansy Sevdal 1, Birna Tummasardóttir 1, Katrin Jacobsen, Jóhanna Poulsen, Durita Mikkelsen, Guðrið Poulsen og Rebekka Poulsen.

HAVA VUNNIÐ Á ØLLUM LIÐUNUM

Í eini eftirmeting av fyrru hálvu í kappingini, sigur Henrik Gerster, at vónirnar vóru rímiliga góðar frá byrjan, tí genturnar høvdu vant nógv undan kappingini og høvdu eisini vunnið allar sínar venjingardystir. Tað kom tí illa við at tapa tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.

– Men síðani fór tíbetur at ganga rætta vegin og liðið vann nógvar sigrar og hevur vunnið á øllum liðunum í kappingini. Í fleiri førum hevur verið talan um dystir við rættiliga góðum spæli. Tí eru vit framvegis við í stríðnum um finaluplássini. Men skulu vit í finaluna, kunnu vit ikki missa ov nógv stig afturat og tí mugu vit veruliga stríðast, tað sum eftir er av kappingini. Tað kann gerast hart, tí vit hava lutfalsliga fáar leikarar á liðinum, sigur Hendrik Gerster.

DURITA MÁ GEVAS Í

Í einum hópi, sum framman undan er tepur, kemur tað illa við, at Durita C. Jojic ikki kann spæla meira í hesum kappingarárinum. Eftir nýggjár skal hon leggjast undir skurð fyri eina vatnsystu í maganum og kann tí ikki spæla næstu tríggjar mánaðirnar.

Henrik Gerster sigur, at VÍF av øllum alvi roynir at fáa avtalu við leikara, sum kann koma ístaðin fyri Duritu hetta tíðarskeiðið og í Vestmanna bíða tey spent eftir, hvat úrslitið verður av samráðingunum.

STEYPAKAPPINGIN

Í januar skulu VÍF-genturnar spæla tríggjar dystir í steypakappingini. VÍF er í bólki saman við Kyndli, Stjørnuni og Søljuni. Fyrsti dysturin er í Vestmanna 11. januar móti Søljuni. Næsti dysturin er eisini í Vestmanna, 14. januar, móti Stjørnuni. 18. januar skulu kvinnurnar til Havnar at spæla móti Kyndli.

Í hinum bólkinum er bara trý lið, Neistin, VB og STÍF.

Mynd: Álvur Haraldsen

Støðan kvinnur 211214