MØTA NEISTANUM Í FYRSTA STEYPADYSTINUM

Í steypakappingini er VÍF komið í bólk saman við Neistanum, KÍF og H71 2. VÍF skal sostatt spæla móti tveimum liðum, sum VÍF fyri stuttum hevur tapt móti. Fyrsti dysturin verður í Vestmanna mikukvøldið 14. januar kl. 20.00. Dysturin móti H71 er 18. januar í Hoyvík og triði dysturin verður í Vestmanna móti KÍF tann 21. januar.

– Í steypakappingini er sami málsetningur, sum í landskappingini. Vit vilja venja okkum at hava eitt høgt støðið til alt sum vit gera. So mugu vit síggja, hvussu langt evnini røkka, eftir at vit hava lagt alla orku í dystirnar, sigur Ingi Olsen.

Í hinum bólkinum eru Kyndil, H71, StÍF og Team Klaksvík. Í bólkaspælinum leika liðini bara ein dyst móti hvørjum øðrum. Nummar eitt í bólki A møtir nummar tvey í bólki B og nummar tvey í bólki A møtir nummar eitt í bólki B.

Kvinnurnar hjá VÍF eru í bólki saman við Kyndli, Stjørnuni og Søljuni. Fyrsti dysturin er í Vestmanna 11. januar móti Søljuni. Næsti dysturin er eisini í Vestmanna 14. januar móti Stjørnuni. 18. januar skulu kvinnurnar til Havnar at spæla móti Kyndli.

Í hinum bólkinum er bara trý lið, Neistin, VB og STÍF.

Myndir: Álvur Haraldsen