Kyndilskvinnur læntu 1. plássið í 3 dagar

Síðan vit lótu frætta frá okkum seinast, hava kvinnurnar spælt tveir útidystir móti Kyndli. Annar var ein útsettur dystur. Tann fyrri dysturin 11. januar var “ein av hasum dystunum” har ikki alt riggaði, sum tað skuldi, og Kyndil vann 32-29.

VÍF hevði undan hesum fyrra dystinum móti Kyndli bara mist eitt stig kappingini, sum kom í ein javnleiki móti Neistanum. Nærum øll lið møta av og á mótgongd í einum kappingarári. Orsøkin til trýmálstapi 11. januar var fyrst og fremst, at kvinnurnar vóru ov óneyvar í álopspartinum. Partar av dystinum høvdu málsverjarnir heldur ikki sínar bestu dagar. Og alt hetta kostaði nógvar kreftir. Seinast í dystinum vóru nógvar tungar útvísingar, sum gjørdu, at tær, sum eftir vóru, skuldu nýta óneyðuga nógva orku.

Við tapinum hjá VÍF legði Kyndil legði seg eitt stig fram um VÍF á stigatalvuni – tó hevði VÍF leikt ein dyst færri.

Mál: Liljan Djurhuus 8, Agnas Olsen 6, Durita C. Jojoc 6, Marianna H. Jacobsen 3, Randi Virgarsdóttir 2, Heidi Maria Akselsen 2, Kathe Frederiksen 1 og Jacklin Durhuus 1.

 

Til seinna dystin móti Kyndli 14. januar sást skjótt, at vestmannakvinnur høvdu sett sær fyri, at fyrstaplássið hjá Kyndli bara var til láns í tríggjar dagar. Tað var serliga í verjuni, vit sóu hesi tekin. Verjan stóð sum ein massivur blokkur allan dystin, og tað man vera langt síðani, at Kyndilskvinnur bara hava fingið 15 mál í einum dysti. Sum heild gjørdist talan um ein málfátækan dyst, sum endaði 21-15 til VÍF.

Vit upplivdu í løtum, at neyvleikin í skotunum hjá VÍF var so sum so, og onkuntíð vóru tær ov bráar. Men Kristina Griksaite stóð sum ein livandi klettur, væl stuðlað av verjuni. Hálvleiksstøðan var 12-8, og tá haldi eg eingin iovaðist í, hvønn veg sigurin fór.

Ein framúr dystur á øllum plássum, eisini á venjarasíðuni – so hjartaliga til lukku øll somul fyri tær fantastisku honddbóltsupplivingarnar, tit geva okkum. Nú er tað steypakappingin.

Mál: Liljan Djurhuus 6, Marianna H. Jacobsen 6, Durita C. Jojic 5, Agnas Olsen 3 og Kathe Frederiksen 1.

Støðan í oddinum:

VÍF 17 stig, Kyndil 26 stig og VB 20 stig. VÍF og VB hava leikt 15 dystir og Kyndil 16. Vit hvíla í nøgdsemi í hesi støðuni til steypakappingin er av.