Steypakappingin er byrjað og tveir dystir verða í høllini í Vestmanna sunnudagin 21. januar. Klokkan 14.30 spæla kvinnurnar hjá VÍF og H71 og klokkan 16.00 spæla menninir hjá VÍF og StÍF. Í steypakappingum er spenningur fyri allar pengar. Hvør dystur í steypakappingini telur meira enn í landskappingini – so allir vestmenningar, sum vilja okkara leikarum tað besta: Komið í høllina at rópa á okkara lið.
Tveir steypadystir í Vestmanna
