Marine Harvest-Open
2. og 3. november 2013
HBF & BSF bjóða hervið til 2. umfar av badminton Grandprix í U-11, U-13, U-15, U-17, U19 og vaksin. Kappingin verður í Badmintonhøllini í Tórshavn.
Dato: Leygardagin 2. november frá kl. 9:00; U-11, U-13, U-15, U17 og U-19. Tó skal U11D møta í Badmintonhøllini kl. 8.30. Sunnudagin 3. november frá kl. 13:00; Vaksin (Tíðarætlan og skrá verður at síggja á www.bsf.fo frá hósdagin 31. oktober)
Greinar: Einmansleikur, (gentir og dreingir spæla saman). Meldið til í:
U11 A, B, C ella D (fødd 2003 og seinni)
U13 A, B, C ella D (fødd 2001 og 2002)
U15 A, B, C ella D (fødd 2000 og 1999)
U17 A ella B (fødd 1997 og 1998)
U19 A (fødd 1995 og 1996)
Vaksin A ella B (fødd 1994 og eldri)
Nýggir spælarar byrja í bólki D, og spælarar flyta upp, tá teir hava vunnið nóg
nógv stig sambært reglum hjá BSF. Les meira um Grandprixkappingina á
heimasíðuni hjá BSF.
Reglugerð: Spælt verður sambært “DBF´s turneringsreglement.” (tó verður
møguliga spælt til færri enn 21 stig). Kappingin verður skipað sum “pool/cup”
kapping, treytað av luttakaratalinum.
BSF tilskilar sær rættin til at gera seedningar (vanliga 2 spælarar). Lesið meira
um Grand Prix kappingina á www.bsf.fo.
Heidursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum.
Gjald: U-11, U-13, U-15, U-17: kr. 50,- Vaksin: kr. 100,- Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum.
Tilmelding: Feløgini skulu senda samlaða tilmelding til kappingarnevndina hjá BSF fríggjadagin 25. oktober 2013.
Avboð: Ber ikki til at møta til kappingin (til dømis vegna sjúku), verða tit vinarliga biðin um at melda avboð.
- Áðrenn leygardagin 2. November til Mogens (SMS á tlf: 262214).
- Leygardagin 2. og sunnudagin 3. november til kappingarleiðslu hjá HBF (sí telefonnummar niðanfyri)
Ábyrgd fyri kappingarskrá hjá BSF: Mogens Eriksen/Kappingarnevndin hjá BSF
Kappingarleiðsla hjá HBF: Nevndin hjá HBF tlf 521332 – 224086