Takk fyr øll somul

VÌF vil hervið takka øllum sum gjørdu Adidas Night Cup til eitt væleydna tiltak aftur í ár. Tað vóru áleið 470 luttakandi børn til tiltakið og vardi tað í góðar 22 tímar. Hetta tiltak hevði ikki borði til um tit øll sum hjálptu til ikki vóru har, Eingin nevndur eingin gloymdur.

Sum fyrireikarar er tað stuttligt at hoyra frá børnum ” nær verður tað næsta ár ” ella ” hetta er tað stuttligasta eg havi verði til “. Eitt kunnu vit í VÌF sláa fast, at Night Cup er komi fyri at vera og tað fer allarhelst eisini at verða um somu tíð næsta ár.

Vit sum felag, vilja meir enn gjarna hoyra frá tykkum øllum um hvat tit halda um tiltakið, send ein teldupost til: umsitari@vif.fo og sig tykkara meining.

Enn einaferð hjartans tøkk øll somul

VÍF