Seinasta freist at ogna sær atgongumerkji til Jólaborðhaldið er 04.novembur

Forsølan til jólaborðhaldi hjá VÍF endar 04.novembur. Til høgru á síðuni er ein leinkja inn til forsøluna. Fyllið út allar teigar og printa váttan út. Váttanin verður so brúkt sum atgongumerki tá komi verður til borðhaldið.

Hetta borðhald er ætlað øllum í nærumhvørvinum , so sum fyritøkum, kommunu, bindiklubbum, einstaklingum, ja øllum sum hava hug til eitt hugnaligt kvøld áðrenn jóla.

Forsølan fer eisini fram í handlunum Hjá Palla, Skivuni og Magn

Vit vóna at øll fara at taka væl ímóti hesum tiltakið og stuðla tí, soleiðis at hetta kann verða eitt afturvendandi tiltak.

VÍF

image