Michael Ericsson settur sum ungdómsvenjari (11.08-14)

Nú nýtt kappingarár stundar til, so hevur VÍF sett svenskaran Michael Ericsson sum ungdómsvenjara. Michael er 37 ára gamal og hevur vant ung og eldri í Svøríki og seinastu árini í Danmark.

Michael Ericsson verður presenteraður á felags foreldrafundinum, sum verður kommandi sunnukvøld. Á fundinum verður greitt frá framtíðar ætlanum felagi hevur við ungdóminum og Michael kemur at greiða frá hvat hann ætlar við ungdóminum.

Meiri kunning um felags foreldrafundin verður seinni í vikuni.

VÍF