Føroyar vunnu IHF Trophy

U20 liðið hjá Føroyum er komið heimaftur. Sigursfegnir lendu teir í Vágum og fingu stórfingna móttøku bæði frá viðhaldsfólki, familju og Hondbóltssambandinum.

getimage.aspx

VÍF átti sín lut í sigrinum og í tí miðvísu venjing, sum sterku dreingirnir sýndu í Andorra. Tí kunnu ikki annað enn verða samd við viðmerkingini á Facebook hjá Petur Even Djurhuus til tíðindini á H71, har hann skrivar:

“Fyrimyndaliga avrikið hjá U20 sýnir okkum øllum enn einaferð, at tað ið ber ávøkst, er miðvíst og skipað arbeiði. Takki øllum sum nú í fleiri ár hava staðið fyri at venja henda sera evnaríka og hugagóða hóp, eingin nevndur, eingin gloymdur. Mátti allur hesin hópur av ungum leikarum úr øllum landinum verið við til at hækka støðið í heimliga hondbóltinum og vunnið hondbóltinum aftur nátúrliga oddasessin í føroyska ítróttarheiminum.”

Hjartaliga tillukku !

Tríggir vestmenningar