Føroyska Badminton U-landsliðið luttók um vikuskiftið í Danish Junior Open. Føroysku leikararnir stóðu seg væl í kappingini og fingu nógv góð úrslit. Í hesi kappingini koma bert nummar eitt og tvey upp á skammulin, men okkara leikarar fingu eisini fleiri 3. pláss.
Her eru tey endaligu úrtslitini hjá teimum føroysku leikarunum i Danish Junior Open i Farum:
Hjá gentum í U13 single komu Mona Rasmusdóttir og Jensa Tórolvdóttir í finaluna, ein rein Føroysk finala, her endaði tað við at Mona vann gull og Jensa silvur. Her fekk Sissal Thomsen eitt 3.pláss, hon leikti móti Mona í semifinaluni.
Hjá dreingjum í U13 single í bólki A kom Ari M Jacobsen í finaluna og fekk hann silvur
Hjá dreingjum í U13 double í bólki A komu Ari Nandy og Ari M Jacobsen í Finaluna, og endaði við at vinna gull.
Í U13 mix-double í A-bólkinum komu Sissal Thomsen og Ari Nandy í finaluna, og vunnu tey silvur.
Hjá gentum í U15 single í A-bólkinum kom Gunnva Jacobsen í finaluna og vann hon silvur.
Hjá Dreingjum í U15 double í A-bólkinum komu Bárður Á Reynatrøð og Dann Fróðason í finaluna, og vunnu teir silvur. Bárður fekk eisini eitt 3.pláss í U15 single.
Hjá gentum í U15 double í A-bólkinum komu Gunnva Jacobsen og Marjun Á Lakjuni í finaluna, og endaði tær við at vinna silvur. Marjun leikti saman við Bárður í mix í U15, tey fingu eitt 3.pláss.
Hjá gentum í U17 single í A-bólkinum bleiv tað eisini til eina reina Føroyska finalu, tær vóru Kristina Eriksen og Sólfríð Hjørleifsdóttir, her endaði tað við at Kristina vann gull og Sólfríð fekk silvur. Tær báðar kristina og Sólfríð leiktu eisini saman í double og vunnu tær har eitt 3.pláss.
Ferðalagið kom heimaftur sunnukvøldi í øllum góðum. Hetta bleiv ein sera góður túrur, bæði tá hugsað verður um úrslitini, men sanniliga eisini var samanhaldið og stemningurin sera góður á túrinum, verður sagt.
Tíðindaskriv frá Badmintonsambandinum