EIN SIGUR OG EITT TAP MÓTI NEISTANUM – NÚ ER TAÐ STÍF

Tað gjørdist ein sigur og eitt tap móti Neistanum í Havn mikukvøldið. Leygardagin 7. november er tað StÍF heima í Vestmanna, og tá skulu tað helst verða tveir sigrar til heimaliðini.

Kvinnurnar hjá VÍF kundu vunnið útidystin móti Neistanum. Eitt sindur betur fyrireikaðar í verjuni og eitt lítið sindur av hepni, so komu tvey stig á VÍF-kontuna hetta kvøldið. Móti endanum sóu vit kortini, at ein javnleikur hevði verið kærkomin, men hann mistu vit á stokkinum í seinasta minuttinum.

Ein kravmikil kórleiðari hjá einum av góðu kórunum í Føroyum plagar at taka til eftir eina rímiliga góða konsertframførstu: “We’re getting there!” Kórleiðarin krevur nógv av sínum sangarum og eggjar teir við at siga, at tað gongur støðugt framá og at einaferð verður tað eftir umstøðunum glæsiligt.

Vit kunnu siga tað sama um kvinnuliðið hjá VÍF. Dygdirnar á liðinum eru nógvar, krøvini frá venjaranum eru tey røttu, men enn haltar tað eitt lítið sindur at koma á toppin. At tað ikki hevur gingið eftir vild móti Kyndli og Neistanum kann stava frá, at teir fyrstu dystirnir vóru nakað lættir. Sjálvsálitið gjørdist kanska ov stórt. Móti royndu havnarliðunum gjørdist múrurin tí brádliga ov høgur og møtimikil.

Liljan Djurhuus móti Neistanum

Dysturin móti Neistanum mikukvøldið var á mangan hátt góður. Bæði liðini spældu væl, har vóru ikki nógvir tekniskir feilir, ferðin var høg og VÍF var væl við allan dystin, stundum frammanfyri við nøkrum málum, stundum trý mál aftanfyri og rættiliga javnt móti endanum. Neistin er fremsta lið í løtuni við nógvum royndum leikarum og sera góðum málverja. Eingin orsøk er tí at fella í fátt um úrslitið. Ein leikari hjá Neistanum avgjørdi dystin fyrra part av seinna hálvleiki. Tað var tann roynda Jacklin Durhuus, sum við nøkrum dundurskotum fekk átta mál av níggju skotroyndum. VÍF-leikararnir dugdu ov illa at verja fyri hesum jokaranum hetta kvøldið, og tað kostaði.

Í seinasta minuttinum gjørdi Agnas Oslen eina ósportliga gerð, tá hon forðaði neistakvinnunum at fáa bóltin, tá tær skuldu geva bóltin upp, eftir at VÍF hevði javnað. Slík gerð kostar beinleiðis reytt kort, umframt at hon ikki kann spæla við næstu tveir dystirnar. Talan er um dystirnar móti StÍF og Stjørnuni.

Íkomnað støðan krevur, at hinar geva seg meira, enn tær hava gjørt í undanfarnu dystum. Skulu VÍF-kvinnurnar liggja í ovara endanum, mugu tær helst vinna báðar teir komandi dystirnar. Men vit taka ein dyst í senn. Nú er tað StÍF leygardagin kl. 14.30 í høllini í Vestmanna.

We’re getting there!

Neistin-VÍF 24-23

Málini hjá VÍF: Liljan Djurhuus 8, Marianna H. Jacobsen 5, Agnar Olsen 4, Eilin Hansen 3, Randi Virgarsdóttir 1 og Daniella Joensen 1.

MENNINIR HELDUR ÓSTØÐUGIR ENN

Menninir hjá VÍF fingu tvey stig móti Neistanum, tá teir vunnu 27-24. Tað byrjaði illa. Brendu brotskast og fingu einki mál í níggju minuttir. So vendi dysturin fullkomuliga. Ferð kom á VÍF-spælið, Neistin gjørdi mistøk, og tá 16 minuttir vóru farnir var VÍF á odda 8-3. Tað bleiv 13-6 áðrenn Neistin aftur vaknaði og minkaði munin til 13-10 í hálvleikinum.

Tað gekk javnari á í seinna hálvleiki. Fyri tað mesta vóru tvey til fýra mál á muni og VÍF hevði trupulleikar at leggja sjógv millum seg og havnarliðið. Pulsurin fór upp á 130 seinastu minuttirnar, tá munurin minkaði niður í 25-24, til Danny Brandt negldi sigurin fastan við tveimum málum seinastu tveir minuttirnar.

Bæði liðini spældu stundum góðan hondbólt, og tí kundi alt henda í hesum dystinum. VÍF spældi til tíðir heilt góðan og tryggan leik, men aðrar løtur var spælið ov ótrygt. Skal tað sigast heilt stutt, so spældi Áki Egilsnes soleiðis sum vit vænta, at hann spælir, og hina helvtina av heiðrinum fyri sigrinum áttu Danny Brandt, Nunnu L. Olsen og málverjin Niklas Simonsen.

Danny Brandt

Aðrir stríddust, men høvdu ikki rættiliga eydnuna við sær henda dagin. Tað man vera sera sjáldsamt, at Filip Jojic bara skýtur eitt mál í einum dysti.

Okkurt er, sum krevur bata á liðinum, hóast vit eru sera takksom fyri sigurin móti Neistanum. Spælið var sum nevnt sera gott við nógvum fríspælingum inn á strikuna, helst tær flestu í ár. Stuttligt var eisini at síggja Rúna Joensen aftur á VÍF-liðinum og spennandi verður at síggja, hvat hann kann avrika, tá hann er spældur inn á liðið. Í høvuðsheitum var verjan eisini góð móti stóru neistamonnunum.

Nú StÍF kemur á vitjan kl. 16.00 leygardagin ber ikki til at undirmeta strandingar og øll segl mugu setast, bæði hjá leikarum, venjara og áskoðarum, so vit vinna dystin og hála okkum upp á annað plássið á stigatalvuni.

Neistin-VÍF 24-27

Málini hjá VÍF: Nunnu L. Olsen 8, Áki Egilsnes 8, Danny Brandt 7, Hanus Christophersen 2, Julian Olsen 1 og Filip Jojic 1.