Níggja ættarliðið 14 mál á Sandi

Dreingir 10c

Hesir fittu VÍF’arnir, dreingir 10c, spældu tveir dystir á Sandi leygardagin 7. november. Teir fingu 14 mál, men vunnu tíverri ikki nakran dyst. Teir stríddust væl, skal sigast, og eru mentir nógv, so vit kunnu vænta okkum okkurt gott av nýggja ættarliðinum.