VÍF-kvinnurnar spældu ein góðan dyst móti StÍF sunnudagin, tá tær vunnu við fýra málum. Agnas Olsen hevði leikbann og Durita C. Jojic var heldur ikki við, men kortini stríddu kvinnurnar seg fram til heiðurliga úrslitið. Talan var um eitt liðavrik, bæði í verjuni, men ikki minst í álopinum, har átta av leikarunum komu á máltalvuna.
Tað leikti javnt á í fyrra hálvleiki. StÍF var framman fyri 7-8 og 10-11, men fram móti hálvleiki gjørdu vestmannakvinnurnar eitt gott hál og komu upp á 15-12. Seinni hálvleikur byrjaði ikki væl fyri VÍF. StÍF spældi fyri lívinum og hálaði seg upp á javnleik 15-15. VÍF skeyt einki mál í átta minuttir. Men so kom gongd á aftur. Orkan og viljin vóru tilstaðar og tá seinni hálvleikur var hálvrunnin var støðan 19-16. VÍF helt munin til endan og økti til 23-19.
Hvonnliðið hjá VÍF er komið fyri at vera fremst í kappingini, væl og virðiliga. Tær hava spælt góðan hondbólt, og tað er ikki langt við síðuna av at siga, at tær áttu bara at havt tapt ein dyst – tann móti Kyndli í Havn. Dystin móti Neistanum í Havn áttu tær at havt vunnið. Fleiri ferðir høvdu tær neistaliðið á knøunum og við eitt sindur sinniligari og klókari spælið høvdu tær kunnað vart upp fyri Jacklin Durhuus, so hon ikki fekk tey málini, sum feldi VÍF tann dagin.
Nú fegnast vit kortini um tey tvey stigini, kvinnurnar fingu sunnudagin. Komandi sunnudag er Stjørnan á skránni í Vestmanna. Agnas er heldur ikki við henda dystin, og tí er neyðugt at áskoðarar trína í hennara stað.
VÍF-StÍF 23-19
Kristina Griksaite, Eilin Maria Stórá, Rakul Joensen, Brynja Rógvadóttir 1, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 4, Beinta Sveinbjørnsdóttir 3, Marianna H. Jacobsen 9, Lív Ingdorsdóttir, Randi Virgarsdóttir 1, Daniella Joensen 2, Ronja Johannesen, Kathe Frederiksen 2, Jórun Gudmundsen og Eilin Hansen 1.