Menninir javnt móti góðum strandaliði

Sum leikur gekk í mansdystinum móti StÍF sunnudagin, kunnu vestmenningar vera nøgdir við úrslitið, javnleik 29-29. “Eg haldi vit vunnu javnleik og strandingar taptu”, segði venjari Ingi Olsen eftir dystin.

VÍF møtti einum væluppløgdum strandaliði, sum var komið til Vestmannar at hevna eitt-máls ósigurin móti VÍF í fyrsta dystinum á Skála í hesi kappingini. Í tí dystinum vóru vestmenningar aftanfyri við sjey málum tá 20 minuttir vóru eftir av dystinum, men vunnu við einum. Tí vistu VÍF-leikararnir, at tað fór ikki at vera lætt í Vestmanna. Strandingar høvdu eisini vunnið á Neistanum við nakað størri málmuni, enn VÍF vann Neistan. Tað er tí ikki óveruligt at spáa, at StÍF í ár spakuliga fer at toga seg upp á stigatalvuna, har kappingin um seinna finaluplássið kann gerast øgiliga spennandi. Og so hava vit eisini eina steypakapping, og har plaga strandingar heldur ikki at liggja á latu síðuni.

IMG_4101

Hóast StÍF spældi góðan hondbólt sunnudagin, so átti VÍF nokk at vunnið dystin. Men eitt ótal av óneyðugum tekniskum feilum, serliga í stórum parti av fyrra hálvleiki, kostaðu nógv móti endanum. Í nógvum førum virkaði tað sum at høvdið ikki stýrdi hondini og avleveringar fóru í tóman heim. Fet, álopsfeilir og annað slíkt, sum ikki hóvar viðhaldsfólkum, sum hava sett pengar og tíð av til at hyggja at hondbóltsdysti ein heilan halgan seinnapart.

Nøkulunda sum í dystinum móti Neistanum vóru tað ov fáir, sum tóku ábyrgd. Henda dagin vóru tað serliga Áki Egilsnes og Niklas Simonsen, sum gjørdu munin tann rætta vegin. Einki ringt um nakran av hinum, og tað gekk eisini rímiliga væl, tá leikararnir í seinna hálvleiki vóru blivnir heitir. Fleiri góðar fríspælingar, sum hóast sterku strandaverjuna góðu okkum níggju brotskøst, sum Áki øll setti í netið.

Seinastu 10 minuttirnir gjørdust øgiliga spennandi, tá VÍF kom á odda eftir at hava ligið aftanfyri nærum allan dystin. So gekk tað slag í slag, har VÍF fýra ferðir legði seg eitt mál fram um, meðan hinir hvørja ferð javnaðu, seinastu ferð í seinasta sekundinum.

Eitt sindur meira hvíld og tryggleika skal kanska fella yvir liðið komandi dystirnar, uttan at tað tekur nakað av ferðini. Og so sakna vit eitt sindur meira spæligleði. Og at allir taka ábyrgd. Tað kunnu leikararnir kanska hugsa um og spæla sær við í komandi dystinum nú mikukvøldið 11. november móti Team Klaksvík í Vestmanna. Tann dysturin er eins og aðrir dystir ikki vunnin fyrr enn dómarin bríkslar fyri seinastu ferð.

VÍF-StÍF 29-29

Nunnu L. Olsen 1, Julian Olsen 1, Áki Egilsnes 14, Jóhan í Garðastovu, Andrias Eriksen 2, Jón Müller, Filip Jojic 3, Sjúrður Olsen 2, Danny Brandt 2, Hanus Christophersen 3, Rúni Joensen 1 og Høgni W. Høgnesen.

Støðan 10.11.15