Tvey stig vóru nokk móti Team Klaksvík

Vit vistu, at dysturin mikukvøldið í Vestmanna móti Team Klaksvík fór at verða ein trupul dystur. Team Klaksvík jagstar framvegis sín fyrsta sigur og síni fyrstu stig, og hóast VÍF liggur nummar tvey á stigatalvuni, so vistu klaksvíkingar, at vestmenningar kunnu gerast sárbærir í einum so týðandi dysti. Hópurin hjá VÍF er ikki stórur og leikararnir brúka nógva orku í hvørjum dysti, har fleiri mugu spæla nærum allar 60 minuttirnar í hvørjum dysti, bæði í álopi og verju. At vestmenningar í seinastu dystunum høvdu gjørt nógvar tekniskar feilir gjørdi ivaleyst eisini sítt til, at Team Klaksvík tevjaði ein sigur.

Tað vísti seg eisini frá byrjan, at klaksvíkingar ætlaðu sær norður aftur við báðum stigunum. Teir løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki og hildu leiðsluna langt, langt inn í seinna hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 15-17 til Team Klaksvík.

Hesin næsti dysturin móti klaksvíkingur í ár var heilt øðrvísi, enn fyrsti dysturin í Klaksvík. Tá var VÍF á odda 21-12 í fyrra hálvleiki og vestmenningar kundu so taka sær av løttum í seinna hálvleiki og vunnu 31-21.

Filip Jojic

Í seinna dystinum fór VÍF ikki fram um fyrr enn 12 minuttir vóru eftir av dystinum, tá støðan gjørdist 28-27. Team Klaksvík javnaði til 28-28 tá seks minuttir vóru eftir. Ein minutt seinni legði VÍF seg á odda 29-28. So gjørdist støðan 30-28. Team Klaksvík fekk brotskast tá tríggir minuttir vóru eftir og støðan varð 30-29. Men Filip Jojic og Andrias Eriksen vóru væl fyri hesar seinastu minuttirar. Filip skeyt sítt triðja mál á rað og økti leiðsluna 31-29. Seinastu tveir minuttir staðfesti Andrias sigurin við trimum málum á rað. Team Klaksvík fekk eitt mál í seinasta minuttinum og endaliga støðan gjørdist 34-30.

Ein góður sigur, har stigini taldu meira enn ein vælspældur dystur.

“Dysturin móti Team Klaksvík, fer neyvan í bøkurnar sum tann besti hjá VÍF. Dysturin var merktur av nógvum villum, bæði í verju og eisini tá vit vóru fríir til skot,” segði Ingi Olsen, venjari, eftir dystin.

“Hetta ger so eisini, at vit loyva Team Klaksvík at føra mest sum allan dystin. Tað gjørdi eisini, at Team Klaksvík fekk trúnna uppá, at teir væl kundu vinna dystin, og tað mundu teir so eisini gjørt. Men Team Klaksvík hevði ikki orkuna at koyra dystin allan vegin og móti endanum fingu vit typt tey holini, sum vóru, og kláraðu at renna teir niður,” sigur Ingi Olsen.

Ingi Olsen sigur, at alt í alt var hetta ein ikki serliga góður dystur, men har VÍF hóast alt kláraði at standa saman, tá liðið allar mest hevði tørv á tí.

“Vit liggja á einum góðum øðrum plássi, men verða andaðir í nakkan av fleiri øðrum liðum. Longu sunnudagin skulu vit jú aftur í eldin, og tað verður nakað truplari dystur, enn tann móti Team Klaksvík,” sigur Ingi Olsen.

VÍF-Team Klaksvík 34-30

Rúni Joensen 1, Sjúrður Olsen 5, Danny Brandt, Hanus Christophersen 3, Julian Olsen 3, Áki Egilsnes 10, Andrias Eriksen 6, Jón Müller, Niklas Simonsen, Tóki Seloy og Filip Jojoc 6.