BSF hevur fingið innbjóðing frá badmintonfelagnum – TBR – í Reykjavík, um at vera við í árligu leikunum “ Reykjavík International Games 2012 “, sum hildnir vera í døgunum 19. – 22. januar 2012. Hetta er fimta árið, at skipað verður fyri leikunum, sum eru fyri ítróttargreinar sum svimjing, fimleik, frælsan ítrótt, badminton, tennis v.f.
Fyrr í ár gjørdu fimm føroyskir badmintonleikarar saman við foreldrum, ferðalag til Íslands í sambandi við RIG 2011. Væl gekst í hond hjá leikarunum, sum allir komu heim aftur við heiðursmerki. Í ár ynskir BSF at gera tað møguligt hjá øllum feløgunum, at bjóða spælararum sínum at luttaka í kapping á leikunum.
Kappingin er fyri leikarar frá U 13 til U 19. Leikararnir skulu vera kappingarvandir og kenna reglurnar fyri einsmans- & tvímansleik.
Farið verður úr Føroyum fríggjadagin 20. januar, og flogið verður heim aftur mánadagin 23. januar. Innivist er fingið á Hotel Hilton – Nordica, sum liggur stutt frá hallunum hjá TBR í Laugardali. BSF hevur fingið tilboð frá Atlantic Airways fyri ferð og uppihald. Um 20 fólk vera í ferðalagnum, verður kostnaðurin fyri ferðina kr. 2.545,- og fyri innivist í trímanskamari og við morgunmati í tríggjar dagar kr. 1330, ella í alt kr. 3.875,- fyri hvønn ferðandi. Um 40 fólk verða við í ferðalagnum, verður prísurin eitt vet hægri ella í alt kr. 4.275,- fyri hvønn. Orsøkin til, at prísurin gerst hægri, tá ið talið hækkar er, at flogfarið hesar túrarnar er so nógv umbiðið. Tá endaligu bíleggingarnar eru gjørdar, kann kostnaðurin koma at broytast eitt vet, men tað verður ikki tað stóra. Arðar máltíðir enn morgunmatur eru ikki við í prísinum. Tey, sum ikki hava ferða- og avlýsingartrygging í teirra pakkatrygging, kunnu keypa hesar frá Atlantic Airways.
BSF vónar at kunna stuðla spælarunum, sum fara avstað, men endalig støða hesum viðvíkjandi, kann tíverri ikki takast, fyrr enn á nevndarfundi um miðjan november, tá ið nevndin hevur møguleika at vera samlað. Í aðrar mátar mugu feløgini sjálvi skipa fyri fíggingini av ferðini. BSF hevur søkt NATA um stuðul til ferðina, men hagani er svar tíverri ikki komið enn.
BSF skal hava navn og føðingardag ( sama sum stendur á passinum ) seinast 27. oktober. Gjaldið fyri at melda til er kr. 1000,- fyri hvønn persónin, ið ynskir at koma við – leikari og foreldur – og skal hetta gjaldast til lokala felagið, sum síðani flytir BSF peningin. (Konto nr. 9181 4225912) Um spælari avlýsir túrin, eftir at meldað er til (hevur goldið kr. 1000,-) verður depositumið til Atlantic Airways á kr. 200,- ikki endurgoldið.
10. desember, verður tilmeldingin bindandi, og tá skulu feløgini hava goldið fulla gjaldið hjá øllum teirra luttakarum. Tey, sum henda dag ikki hava goldið fult gjald, verða strikið á luttøkulistanum og hava sostætt ikki møguleikan, at koma við.
Vit í BSF eru greið um, at vit eru komin eitt sindur sum ”ketta upp úr høvdatrogi” við hesum tiltakinum, men vit vóru ikki greið um, at henda kappingin varð hildin á hvørjum ári, og tí var tað ikki fyrr enn vit fingu innbjóðingina frá íslendingum fyri kortum, at vit gjørdust varug við tiltakið. Vit, ið áður hava roynt tiltakið, halda tað vera so mikið gott, at vit ikki vildu lata tað fara framvið, men heldur royna at fáa sum fragast burtur úr í ár. Vónandi kann hetta gerast eitt tiltak, vit kunnu senda luttakarar til á hvørjum ári, og tá koma fyrireikingarnar eisini at vera betri, og fara fyrr í gongd.
Samanumtøka:
Flogferðaætlan:
RC 401 20. Januar Vágar – Reykjavík Fráferð kl. 12:00 – Koma kl. 13:30
RC 402 23. Januar Reykjavík – Vágar Fráferð kl. 11:45 – Koma kl. 13:15
Samlaður kostnaður fyri ferð og innivist við morgunmati:
Um 20 ferðandi verða: kr. 3.875,- fyri hvønn
Um 40 ferðandi verða: kr. 4.275,- fyri hvønn
(Avlýsingartrygging kann keypast frá Atlantic Airways fyri 3 % av ferðaseðlaprísinum)
Lokalfeløgini, sum ynskja at senda leikarar á henda túrin, verða biðin um at senda ein lista við nøvnum og fylgjarum til undirritaða í seinasta lagi 27. oktober 2011. Váttanin er tó bert gyldug, um kr. 1.000,- eisini eru fluttar á konto: 9181 4225912 hjá BSF sama dagin. Seinasta freist at gjalda fult gjald fyri túrin er 10. Desember 2011.
Á heimasíðuni : www.bsf.fo ber til at lesa meira um túrin
Spuningar sendast til Leif Poulsen ovarivegur37@live.com
Vinarliga BSF