Sunnudagin spæla bæði tey fremstu liðini hjá VÍF móti Kyndli. Tað ræðu longur nú at gera upp við seg sjálvan og makan, hvat skal í pottin ella í ovnin, tí døgurðin má vera farin niður um áðrenn kvinnurnar byrja sín leik klokkan 14.30.
Spenningur er bæði í mansdeildini og kvinnudeildini. Kappingarárið byrjaði ikki væl hjá kvinnunum. Tær taptu fyrsta dystin móti StÍF 30. september 24-19 og eingin ivi var um, at sigurin hjá strandagentum var uppiborin. Næsti dysturin var móti Neistanum og eisini har gjørdist mótstøðan ov hørð. Neistin vann 34-22. Vend kom í tá Stjørnan kom á vitjan í Vestmanna. VÍF-genturnar vunnu 39-21. Hóast Stjørnan ikki hevur so gott lið í ár, sum fyri nøkrum árum síðani, so gav sigurin nakað av sjálvsáliti at møta føroyameistarunum Kyndli, sum stutt framman undan hevði spælt tveir Evropa Cup dystir. VÍF-kvinnurnar spældu ein sera góðan dyst og vunnu uppiborið 25-24. Næsti dysturin var lættur, 32-9 móti Søljuni, og nú vóru brádliga 6 stig komin á talvuna.
VB-kvinnurnar eru sterkar á heimavølli og í dystinum í Vági mátti VÍF lúta við30-27. Í næsta dystinum móti StÍF skuldi tað standa sína roynd, um sigurin á Kyndli stóðst av, at kyndlagenturnar vóru ov móðar ella um vit aftur í ár kundu rokna við VÍF í oddinum. Svarið hava vit fingið í trimum teimum seinastu dystunum, har vælleikandi VÍF-kvinnurnar vunnu stórsigrar móti StÍF, Neistanum og Stjørnuni.
Nú stendur Kyndil fyri tørni klokkan 14.30 sunnudagin. Vinnur VÍF, er liðið ájavnt Kyndil, hóast Kyndil hevur leikt ein dyst meira. Men dysturin kann gerast tættur. Bæði liðini vilja vinna og fyri VÍF hevur tað nógv at siga, at kvinnurnar framhaldandi ríða á góðu alduni. Men tað er avgerandi, at áskoðarar møta stundisliga til dystin. Alt ov ofta eru bara fýra-fimm áskoðarar tann fyrsta hálva tíman, tá kvinnurnar spæla á heimavølli. Kyndil kemur við sínum áskoðarum frá fyrsta bríksli, og lítli stuðulin frá vestmennaáskoðarum fyrsta partin av dystinum kann gerast dýrur. Tí ræður um at seta døgurðan útá í morgin ein hálvan tíma fyrr enn vanligt, so stundir eru at fara í høllina kl. 14.30. Kaffi fáa vit frá blíðu fólkunum forhøllini. Lat ikki døgurðan gerast orsøkina til, at vit ikki aftur hetta vikuskiftið kunnu fáa Góðan Gulan Dag.