Eins og kvinnurnar, so hava menninir brúk fyri góðum stuðli frá áskoðarunum sunnudagin, tá David Edvardsen og allir hinir úr Kyndli koma á vitjan í Vestmanna. Kyndil liggur væl aftan fyri VÍF á stigatalvuni, men kyndlaliðið hevur havt góðan byrð teir seinastu dystirnar. Viljin at vinna hevur verið øgiligur og verður tað helst ikki minni í morgin. Talan kann gerast um ein tættan dyst, har vit sum áskoðarar kunnu gerast tungan á vágskálini.
VÍF-liðið tykist at vera styrknað fyri hvønn dystin, sum spældur er higartil í ár. Tað byrjaði trilvandi í fyrsta dystinum móti StÍF í høllini á Skála. Bæði liðini gjørdu nógvar tekniskar feilir, men málmaðurin hjá strandingum spældi sín lívs dyst og tók tveir triðingar av skotunum hjá vestmenningum. Móti endanum førdi StÍF við einum fýra málum, men vestmenningarnir komu afturíaftur og mundu fingið ein javnleik. Úrslitið gjørdist 21-20 til StÍF.
Men síðani henda fyrsta dystin hava vestmenningarnir spælt sum einglar. Málmenninir hava somuleiðis staðið væl teir flestu dystirnar. VÍF vann 32-16 á Neistanum í Havn, vann 25-22 móti H71 í Vestmanna og við 27-21 sigri á Kyndli í Havn hevði VÍF lagt seg á odda í kappingini. Síðani komu grannarnir í Kollafirði at vitja, men máttu oman aftur til heimbygdina við 27-30 tapi í viðførinum. Í Klaksvík vann VÍF 27-21 á Team Klaksvík, sum fleiri hildu var ov lítið. Dystin móti StÍF í Vestmanna vann VÍF bara 25-24, men munurin í leikinum var størri. Helst mundu venjararnir gera onkrar gagnligar royndir í hesum dystinum. So vann VÍF 30-21 trivaligan sigur á Neistanum í Vestmanna og í Hoyvík mátti H71 góðtaka at tapa fyri 24-27 fyri einum vælútbornum vestmannaliði.
Nú eru tvær vikur, síðan VÍF-menninir hava roynt seg í landskappingini og spennandi verður at síggja, hvussu fyrireikingarnar móti kyndilsdystinum fara at roynast. Tað kann fara gerast ein dystur við góðum verjum og fáum málum og ikki minst í slíkum dystum hava ungu VÍF-menninir brúk fyri tínari atkvøðu.
Vit kunnu endurtaka, at steikin skal setast í ovnin í góðari tíð, so áskoðararnir eru heitir oman fyri hálsvølin frá fyrsta bríksli. Góðan dyst !