VÍF-Kyndil kvinnur: Hondbremsa og brotskøst kostaðu sigurin

Tað var ikki av tilvild, at kvinnurnar hjá VÍF vunnu fyrsta dystin móti Kyndli í ár. Tá var munurin eitt mál og seinasta sunnudag áttu vestmannagenturnar eisini at vunnið. Eingin ivi er heldur um, at kyndilskvinnurnar vistu, at talan fór at gerast um tætta uppgerð. VÍF hevði Kyndil á knøunum megin partin av dystinum, og seinasti útvegur hjá Kyndli var at taka Liljuna úr dystinum. Hóast mansverja er loyvd, so eru tað mong sum uppfata slíka verju at vera í familju við primitivar metodir, har spælið gerst lítið hugaligt og har áskoðarar fáa minni fyri peningin, enn annars.

Hinvegin ber sjálvandi til at siga, at eitt gott lið eigur at hava neyðug vápn at seta ístaðin, tá ein av bestu leikarunum verður tikin úr spælinum. Antin at hinar fimm umskipa spælið ella at tann varda fær onkur onnur amboð, enn at standa á miðjum vølli meginpartin av einum hálvleiki. Her saknaðu vit eina plan B, tí tað kann ikki koma óvart á nakran, at toppskorarin í kvinnudeildini verður betur vard, enn aðrar. Undir øllum umstøðum er liðið ávarað til næstu dystirnar.

VÍF-Kyndil kv

Sum heild spældu VÍF-kvinnurnar ein góðan dyst til 15 minuttir vóru eftir. Kanska kom tað óvart á leikararnar, at tær komu á odda bæði fýra og fimm mál í fyrra og seinna hálvleiki. Tá so málmunurin tók at tódna móti endanum og næstan einki bar til í VÍF-álopinum, minti tað eina løtu um eitt akfar, sum koyrir í mótbrekku við hondbremsuni uppi.

Leikliga stendur VÍF einki aftan fyri hvørki Kyndil ella hini fremstu kvinnuliðini. Taktiskt er kanska ein munur á liðunum, sum vónandi okkurt kann gerast við. Í fjør dugdu kyndilsgenturnar sera væl at skumpa vestmannagenturnar inn um strikuna og á tann hátt at krøkja sær fleiri brotskøst. Tann gongdin heldur fram í ár. Sjey av 22 málum fekk Kyndil við brotskasti, VÍF fekk síni trý brotskøst. Hetta kunnu VÍF-kvinnurnar heilt víst bøta um komandi dystirnar móti Kyndli.

VÍF-liðið hevur tikið seg nógv fram síðani kappingin byrjaði. Liðið hevur prógvað, at tað kann vinna stórt sæð øll liðini. Sjálvandi styrkna hini liðini eisini. Tí má hondbremsan sleppast og eitt vet av orku brúkast afturat í verjuni. Og skulu sigursmál á talvuna, verður helst neyðugt at finna útvegir fyri, hvussu liðið taklar eina mansverju.

VÍF – Kyndil kvinnur 21 – 22 (11-9) Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam

Málskjúttar VÍF: Durita C. Jojic 7, Liljan Djurhuus 6, Agnas Olsen 5, Tóra Seloy 2 og Rakul Joensen 1

Málskjúttar Kyndil: Anna Brimnes 9, Bára K. Hansen 5, Marianna Eystberg 3, Turið Arge 3, Guðrun Restorff 1 og Randi Wardum 1