Sinniligir vestmenningar á sigurskós

Genturnar høvdu tapt í seinastu minuttunum og talan kundi tí ikki gerast um ein góðan, gulan dag, har bæði liðini vunnu. Nú mansdysturin móti Kyndli byrjaði, var spurningurin, um tað samanlagt fór at gerast 1-1 ella um vit fingu ein svartan VÍF-dag. Vestmannaáskoðararnir bæði vónaðu og roknaðu við einum VÍF-sigri hjá monnunum og gylt av fólki var at rópa stigini heim.

Sum væntað gjørdist talan um ein javnan dyst. Eftir ein taman kyndlahálvleik móti VÍF fyri nøkrum árum síðani, segði ein kyndlaleikari við Sosialin, at í seinna hálvleiki kom hin grábeinti í teir. Vestmenningarnir kláraðu ikki at fylgja við og Kyndil vann tann dagin við einum tveimum málum. Nógv megi var í kyndlaleikarunum longu frá fyrsta bríksli sunnudagin, tí teir løgdu fyri sum eitt óløgi. Løgdu seg á odda 3-1 og 10-8, men VÍF-ararnir vóru sinniligir, svaraðu hvørja ferð aftur við góðum spæli og neyvum skotum.

VÍF-Kyndil m2

Liðini vóru tó sera jøvn allan dystin, ongantíð vóru meira enn tvey mál á muni fyrr enn í 57. minutti, tá VÍF avgjørdi dystin. Málmaðurin Niklas Simonsen hevði í upptakt á Portal.fo sagt, at VÍF fór at renna kyndlaleikararnar niður. Tey, sum høvdu tikið orð Niklasar til sín, sótu bara og bíðaði eftir, nær niðurrenningin fór at byrja. Og hóast eitt sindur ótolin mundu VÍF-viðhaldsfólkini hava ein ávísan frið í sálini, tí tey roknaðu ikki við, at málmaðurin hjá VÍF talaði ósatt fyri opnum skíggja.

Vit máttu tó bíða  57 minuttir, til sigurin kendist heilt tryggur. Tá góðir tveir minuttir vóru eftir gjørdist støðan 25-21 og hesa stuttu løtuna runnu vestmenningarnir kyndilsleikararnar niður. VÍF fekk eitt mál afturat og Kyndil tvey og endaliga støðan gjørdist 26-23.

Fyrri hálvleikur var javnur frá byrjan til enda. Og hóast leikur var kontantur og nokk so harður, fóru liðini ikki um mark. Eitt brotskast í part og eingin útvísing í fyrra hálvleiki sigur eitt sindur um skilagott spæl og neyðugt forstáilsi millum leikarar og dómarar til tess at fáa ein góðan dyst.

VÍF vardi klókt. David Edvardsen slapp at skjóta fýra mál í fyrra hálvleiki, men so var tað ikki stuttligt longur og hann varð væl vardur restina av dystinum. Men maður kemur í mans stað. Finnur Hansson, sum ikki hevur verið so heppin seinastu vikurnar, kom rættiliga fyri seg og setti bóltin sjey ferðir í VÍF-málið, fleiri av málunum við vøkrum, hangandi hoppiskotum.

Men vestmenningar vóru fyrireikaðir. Hóast eingin málmunur var á liðunum í seinna hálvleiki, kendi tú, at VÍF nú var omaná. VÍF-ararnir høvdu tað eyka, sum skuldi til at vinna dystin, ikki minst orkuna. Og teir dugdu eisini at hava tol og at geva sær stundir at tæga Kyndilsverjuna sundur. Einar fýra slíkar perlur fingu vit sum staðfesting um, at liðið ikki bara fyrireikar seg, men at leikararnir hava rætta sinni at halda avtalur, sum eru gjørdar frammanundan. Allir VÍF-leikararnir spældu ein góðan dyst og Áki Egilsnes fekk lauberjakransin við sínum sjey málum.

Níggju sigrar á rað og væl og virðiliga á odda. Nú bíða kollfirðingar leygardagin klokkan 16.00. Tað verður dagur í viku fyri tann, sum vinnur. Øll, sum kunnu, eiga at fara oman til Kollafjarðar leygardagin at stuðla okkara monnum.