Taptu fyri KÍF – hósdagin stendur Neistin fyri tørni

Báðir dystirnir hetta vikuskiftið vórðu spældir leygardagin. Í Kollafirði vann KÍF 31-29 á VÍF og á Giljanesi vann VÍF 43-8 á Søljuni. Bæði mans- og kvinnuliðið hjá VÍF møta Neistanum hóskvøldið í Havn.

Menninir fóru til Kollafjarðar fyri at vinna á KÍF. Og líka til nakrir fáir minuttir vóru eftir av dystinum var trupult at spáa um, hvønn veg tað fór at bera. Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur, onkuntíð var VÍF framman fyri og stundum var KÍF omaná. Munurin var sjáldan meira enn eitt mál. Tveir leikarar skaraðu framúr í málskjótingini, Niclas Selvig hjá KÍF og Filip Jojic hjá VÍF.

Munurin kom í seinna hálvleiki, tá Filip Jojic varð mansvardur. Venjararnir hjá VÍF valdu ikki at svara aftur við at mansverja Niclas Selvig og tað liggur í tí óvissa, hvat úrslitið so hevði verið.

Við mansverjuni av Filip og við spælinum sum heild vann KÍF seg í nøkrum førum tvey og trý mál fram um VÍF, sum mátti brúka orku hvørja ferð at koma upp aftur á javnt, og ivaleyst kostaði hetta í seinastu minuttunum.

Kanska saknaðu vit okkurt alternativ til støðuna, sum kom eftir at málslúkurin Jojic varð mansvardur, men venjararnir høvdu ivaleyst sínar hugsanir um, hvørji skilabestu ráðini vóru. Tað er sum oftast trupult at spæla í Kollafirði. Men VÍF-leikararnir skulu eiga, at teir góvu ongantíð skarvin yvir – royndu at spæla kvikt og skjótt spæl, sum gav teimum fleiri vøkur mál.

Munurin í seinna hálvleiki mundi vera mansverjan og eitt lítið sindur meira vilji hjá KÍF at vinna. Teir høvdu meira brúk fyri tveimum stigum, enn VÍF, og vitandi um, at kappingin enn ikki er komin í helvt, hóma FM-vinnararnir í ár okkurt har frammi.

Og kanska júst tí skulu VÍF-menninir halda høvdið kalt hóskvøldið, tá teir skulu møta Neistanum. Neistin hevur sanniliga eisini brúk fyri stigum, men teir hava ikki verið í sama stima í seinastuni, sum KÍF. Hinvegin, hevur Neistin ein av sínum bestu døgum og VÍF ikki spælir kortini rætt, kann Neistin arga og dysturin gerast meira spennandi, enn neyðugt.

Fyri VÍF-kvinnurnar kann dysturin móti Neistakvinnunum gerast avgerandi fyri, um VÍF ætlar at liggja millum tvey-trý tey ovastu liðini heilt til endan. Vikuskiftið verður hart hjá kvinnunum, sum skulu spæla ein minst líka avgerandi dyst sunnudagin móti VB í Vestmanna.

Tí eiga allir VÍF-stuðlar at møta í høllini á Hálsi hóskvøldið, bæði at stuðla kvinnunum og monnunum. Dystirnir byrja klokkan 18.30.

KÍF-VÍF, menn  31-29

KÍF: Nicklas Selvig 14, Andrias Nielsen 4, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Poul Finnur Egholm 4, Tony Weyhe 2, Ási Dam 2, Arnbjørn Hansen 1, Kristoffer Karlsson, Jaspur Joensen, Teitur Joensen, Jákup Trygvason og Rógvi Weyhe, sum var óheppin tíðliga í dystinum at bróta beini og mátti flytast á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili.

VÍF: Filip Jojic 12, Hanus Christoffersen 6, Agnar Joensen 4, Áki Egilsnes 3, Julian Olsen 2, Mads Eriksen 1, Sjúrður Olsen 1, Andrias Eriksen, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson og Tóki Seloy.

stigatalva menn

Søljan-VÍF, kvinnur  8-43

Søljan: Jórunn Gudmundsen 3, Rebekka Johannesen 2, Jóhanna Kjartansdóttir 1, Olivia Kruse 1, Christel Christophersen, 1, Kristina Griksaite, Una á Steig, Arnleyg Haraldsen, Oddvør Lauritsen, Nadja Johannesen, Rannvá Briansdóttir, Kára Ellingsgaard og Petra Thomassen.

VÍF: Agnas Olsen 14, Liljan Djurhuus 8, Durita C. Jojic 7, Rakul Joensen 5, Steinbjarta Marnersdóttir, Randi Virgarsdóttir 3, Daniella Joensen 2, Eilin Hansen 2, Tóra Seloy 1, Ronja Johannesen 1, Viviann Petersen og Beinta Sveinbjørnsdóttir.

stigatalva kvinnur