Eftir at bæði kvinnuliðið og mansliðið høvdu tapt sínar hóskvøldsdystir í næstseinastu viku á útivølli móti Neistanum, var umráðandi hjá báðum liðum at reisa seg aftur seinasta sunnudag. Barlastin hjá kvinnunum var helst nakað betri, tí tær høvdu stutt framman undan vunnið størsta sigurin í hesum kappingarárinum, 43-8, móti Søljuni.
Hjá monnunum var støðan undan dystinum øðrvísi. Teir høvdu tapt móti KÍF framman undan og taptu síðani sum nevnt eisini hóskvøldsdystin móti Neistanum. Neistin vann ikki minni enn 35-28. Sjálvrannsakandi er ivaleyst líka rætt at siga, at vestmenningar taptu 28-35.
Alt mansliðið má helst taka í egnan barm. Frá fyrstu løtu var hugburðurin ikki tann rætti. Tað er neyvan ov nógv sagt, at liðið undirmettið Neistan. Fyrsta dystin, sum var í Havn, vann VÍF 32-16. Næsta dystin í Vestmanna vann VÍF 30-21. Neistin hevði eisini tapt móti øðrum liðum og lá niðarlaga á stigatalvuni og tá er ikki so nógv at spæla fyri – so sjálvandi vinna vit eisini triðja dystin, mundi mangur hugsa.
Men hetta hóskvøldið var Neistaliðið hamskift. Neistin spældi skjótt, vardi væl, málmaðurin stóð sum ein brandur, har vóru fáar tekniskar villur, skotini sótu sum perlur og orkan at spæla allan dystin var eisini tilstaðar.
Dysturin gekk ikki soleiðis, sum vestmenningar høvdu vónað. VÍF-ararnir vóru ikki klárir frá byrjan og tá hendir tað, sum mangan hendir: Er hugburðurin ikki rættur frá byrjan, vendist ikki aftur. Nógv var, sum ikki riggaði, verjan var óvanliga opin og hóast fleiri skot fóru inn, endaðu alt ov nógvar kúlur antin í neistaverjuni, omanfyri ella vóru bóltarnir ov lættir at taka hjá málaverjanum.
Tá alt hetta er sagt, vóru vestmenningar nokk so óhepnir. Beint uttanfyri, beint omanfyri, stong út og so framvegis. Neistamenninir hinvegin vóru hepnir í fleiri støðum. Eitt sindur meira hepni til vestmenningar frá byrjan kundi gjørt, at úrslitið varð nakað øðrvísi. Heldur ikki mugu vit gloyma, at VÍF-liðið var nakað darvað av skaðum, ikki minst saknaðu vit Heina Hanusarson í verjuni.
Kvinnulið tapti sín dyst móti Neistanum 32-25. Onkuntíð var munurin tíggju mál og henda dagin var lítið at gera hjá vestmannagentum. Neistin var betra liðið og tú sat við eini løgnari kenslu, um hvussu hondbóltur háttar sær, tí vit vistu, at VÍF vann seinasta dystin 30-22, men at Neistin hevði vunnið fyrsta dystin heili 34-22.
Bæði VÍF-liðini fingu sostatt ein uppercut. Ein rættiligan hóskvøldslúsing. Men hvørki av liðunum fekk nakað sum minnir um knock out. Tí tá verður tú liggjandi. Tað góðtók hvørki av liðunum seinasta sunnudag, tá fyrst kvinnurnar møttu VB og menninir spældu móti Team Klaksvík. Bæði liðini høvdu sleikt sárini og reistu seg aftur. Serliga var sigurin hjá kvinnunum kærkomin, nú VB av álvara ætlaði sær at bjóða av. Gleðiligt var eisini at síggja, at breiddin á VÍF-liðinum tykist at gerast størri. Fýra leikarar skutu seks mál hvør.
Menninir reistu seg sanniliga eisini. Tað gekk tó ein góð løta, til vestmenningarnir fingu rivið seg leysar, men soleiðis hevur støðan verið hjá fleiri av hinum oddaliðunum móti klaksvíkingum. Endaliga úrslitið gjørdist 40-17, og vit kunnu fegnast um, at fleiri vóru við í málskjótingini.
Leygardagin 20. desember klokkan 14.30 eru heimadystir móti StÍF. Nú leygardagur er, skal nokk eingin steik í ovnin á middegi, og kvinnurnar fáa tí helst tann stuðul frá byrjan, sum tær hava brúk fyri. Hjá monnunum er somuleiðis neyðugt við fullum stuðli, tí at tapa móti strandingum, sum støðan á stigatalvuni er nú, kann kosta nógv í síðsta enda.
Góðan dyst, kvinnur og menn – og áskoðarar.
Mynd: Álvur Haraldsen