Sterkir gulir litir í steypakappingini

Góður gulur dagur í sterkum litum var sunnudagin, tá fremsta kvinnuliðið vann sín fyrsta dyst í steypakappingini. Dysturin var móti H71, og VÍF vann 27-18. Hálvleiksstøðan var 16-10. VÍF er í bólki saman við Neistanum, H71 og VÍF 2. Nú VÍF kvinnurnar vunnu á H71, skal tað vilja óvanliga illa til, um VÍF ikki kemur í hálvfinaluna. VÍF spælir sunnudagin móti VÍF 2 og leygarkvøldið 3. februar móti Neistanum. Lutakastið hevur háttað seg soleiðis, at VÍF 1 skal spæla allar sínar dystir í Vestmanna.

Kvinnurnar leiktu ein góðan dyst sunnudagin móti H71. Tað haltaði eitt sindur við neyvleikanum í byrjanini, men verjan var sera góð og sum frá leið dundraðu skotini í H71-málið. Tá nakað var liðið út í seinna hálvleik, sluppu allar tær ungu framat. Tær hildu rímiliga tætt í verjuni, meðan tað gekst heldur verri at fáa mál.

Lat okkum enda við eini stórari tøkk til kvinnurnar. Teirra vørumerki er gleði. Tær eru smíla seg fram til sigurs ferð eftir ferð – og innara gleðin er so dominerandi, at sjálvt tá tær spæla javnt ella tapa, er trupult at viska smílið av andlitinum. Tað smittar av á okkum áskoðarar – og takk fyri tað, allar samlar!

Marianna H. Jacobsen leikti ikki við henda dystin. Hon fekk ein lítlan skaða í seinna dystinum móti Kyndli í Havn, men verður væntandi við aftur sunnudagin.

VÍF 1-H71 27-18

Liljan Djurhuus 8 mál, Heidi Maria Akselsen 5, Agnas Olsen 4, Tóra Seloy 2, Lív Ingdorsdóttir 2, Ingibjørg Olsen 2, Durita Jojic 1, Sarah Bank Berg 1 og Kathe Frederiksen 1.