Í næsta dystinum í Coca Cola kappingini vann kvinnuliðið hjá VÍF mikukvøldið ein flottan 35-21 sigur móti Stjørnuni. Við sigrinum spældi VÍF seg í hálvfinaluna. Í dystinum móti Kyndli í Havn komandi sunnudag fáa vit at vita, um VÍF fær eitt fyrstapláss í sínum bólki ella um talan verður um eitt annaðpláss.
Í dystinum løgdu VÍF-kvinnurnar seg á sigurskós longu tá 10 minuttir vóru farnir og tær hugdu ongantíð aftur um seg. Moralurin á liðinum var góður og tey mongu og góðu mótálopini prógvaðu, at liðið hevur eina breidd, sum ivaleyst er breiðari og ríkari, enn tá kappingarárið byrjaði. Tíverri brendu tær einar 15 upplagdar málmøguleikar. Allar fingu spælitíð og Liljan var í serflokki henda dagin við heilum 14 málum. Agnas Olsen skeyt 8 mál, Eilin Hansen 6, Daniella Joensen 4 og Tóra Seloy 3 mál.
Henrik Gerster, venjari, sigur, at málið sunnudagin er at vinna dystin móti Kyndli. Tað liðið, sum gerst nummar eitt í bólkinum, fær heimavøll í seinna hálvfinaludystinum. Mótstøðuliðið í hálvfinaluni verður antin VB ella Neistin.
– Vit hava bæði góðar og ringar royndir við sigrum og tapum móti hasum báðum liðunum í landskappingini higartil, men vit fara at gera alt sum vit kunnu fyri at koma í finaluna, sigur Henrik Gerster.
Rumenska Adina Ghidoarca hevur vant við VÍF síðan hon kom til Vestmannar, men hóast spæliloyvið er komið undir land, so eru viðurskiftini í útlendingastýrinum ikki avgreidd enn, og tí verður hon ikki við í dystinum móti Kyndli sunnudagin.
Hallur Danielsen í Hondbóltssambandinum hevur á jn.fo gjørt sínar metingar av steypakappingini. Hann ivast ikki í, at fýra tey fremstu liðini í landskappingini, Neistin, Kyndil, VÍF og VB eisini koma í hálvfinalurnar. Kyndil og Neistin møtast og VB og VÍF. Og hann heldur, at Kyndil og VB koma í finaluna, sum Kyndil vinnur. Tað stendur so til VÍF-genturnar at gera hesum spádómi fyri skommum.
Dysturin móti Kyndli sunnudagin er í høllini á Hálsi klokkan 14.30.
Menninir hjá VÍF spæla steypadyst sama dag kl. 17.30 móti H71 2 í Hoyvíkshøllini. Menninir vunnu mikukvøldið 24-20 móti Neistanum í einum dysti, har tað serliga vóru málmenninir, ið gjørdu vart við seg.