Sunset deildin 17.desember: VÍF-Tjaldur 34-16

 

 

Í landskappingardystinum móti Tjaldur í dag í høllini í Vestmanna var als eingin ivi hjá VÍF kvinnunum, hvør skuldi hava stigini. VÍF hevði fult tamarhald á dystinum, bæði í verjuni og í álopinum, líka frá byrjan av og til endan av dystinum.

Fyrstu løtuna gekk javnt á. Tá 8 minuttir vóru leiktir var støðan 6-5 til VÍF. Næstu 16 minuttirnar skoraði Tjaldur bara eitt mál, meðan VÍF skoraði 7 ferðir. Í hálvleikinum var støðan 17-8 til VÍF.  

Seinna hálvleik vann VÍF við sama málmuni sum hin fyrra, nevniliga 17-8. So endaliga úrslitið gjørdist 34-16 til VÍF.

Hvørgin av útlendsku profilunum hjá Tjaldur, Adina Petrea og Alina Olaru Angel, vóru við í dag. Hetta merkti spælið hjá Tjaldur. Báðar eru sera sterkar í verjuspælinum og Adina Petrea plagar at skjóta nógv mál, tá Tjaldur hevur tríggjarmeturkast.

Tó skal einki takast frá avrikinum hjá VÍF kvinnunum, tí sigurin var greiður og fult uppiborin. Liðið hevur ment seg nógv, síðan kappingin byrjaði í heyst. Tær eru væl samansjóðaðar, flyta seg væl í álopspartinum, sum er væl skipaður. Í verjupartinum arbeiða tær saman og stuðla hvørjari aðrari. Móti Tjaldur í dag gjørdi VÍF næstan ongar feilir.

Ragnhild á Heygum vardi málið, og tað kláraði hon sera væl. Tað var serliga í seinna hálvleiki, at Ragnhild veruliga fekk víst síni evni sum málverji.

Nú hevur VÍF 8 stig fyri 10 dystir.

Malskjúttar:

VÍF: Elisa Leo 7, Agnas Olsen 6, Tóra Seloy 5, Torgunn Johansen 5, Jóhanna Gunnlaugsdóttir 4, Liljan Djurhuus 4, Finngerð Jensen 2 og Halla Durhuus 1.

Tjaldur: Heidi Sevdal 4, Sólfríð Pattinson 4, Ansy Sevdal 3, Rannvá Jacobsen 3, Barbara Nygaard 1 og Jakoba Langaard 1