Áskoðararnir í høllini sótu og jótraðu kvinnudystin ímillum Sunset liðini hjá VÍF og Tjaldur (34-16) saman við góða kaffidropunum frá Stuðlafelagnum. Flott avrik av kvinnunum, sum harvið høvdu gjørt sítt til at fáa hondbólts Vestmanna aftur í jólahýr, eftir tað óhugnaliga coca-cola-ropi hjá AA-liðnum frá mikukvøldinum; eitt “rop” sum nærmast setti heimsmet í kleyvarskapið, hettar sagt uttan at taka nakað frá ágrýtnu og dugnaligu hoyvíkingunum.
Men sum tikið plagar at verða til, the show must go on. Onki nyttar at gráta um spilt cola. Tað var bert at vóna, at hópurin saman við áskoðarum megnaði at rætta kumpass, soleiðis at mennirnir, eins og kvinnurnar, kundu geva áskoðarunum tvey stig í jólagávu.
Klaksvíkingar høvdu lagt longu leiðina vestur um, ígjøgnum kavaklædda náttúru og 4 berghol, við vón um framhaldandi at kunna arga tey meira etableraðu liðini í kappingini.
Tað gingu 4 minuttir áðrenn gestirnir løgdu seg á odda við 1. málinum í dystinum. Minutt seinni førdu teir 2-1, og skuldi tað vísa seg at verða seinasta oddastøðan hjá teimum í dystinum. Liðini fylgdust á leið, og stóð á jøvnum 4-4 tá 11 minuttir vóru leiktir. Men eins og vit hava sæð ígjøgnum kappingina higartil, vórðu okkara leikarar stinnir á at líta, sum fyrri hálvleikur leið. Eftir 15 minuttir høvdu okkara eina 8-5 leiðslu, og sá enn einafer út til, at tamarhald var á støðuni. Men norðingarnir góvust ikki á hondum, og høvdu minkað um munin niður í 9-8 eftir 20 minuttum. Men okkara tóktust at halda høvdi kalt, og øktu næstu minuttirnar til 13-9 eftir 25 minuttum. Klaksvíkingarnir fingu næstu løtuna minkað munin niður í 1 mál, áðrenn okkara settu trumf á og fóru til hálvleiks við eini 16-13 leiðslu.
Broytingar vórðu gjørdar í mun til vanlukkudystin í steypakappingini mikukvølldið. Skaddir/sjúkir leikarar (Jóan Pauli og Regin) vóru tøkir, eins og aðrar broytingar vóru gjørdar í uppstillingini. Harnæst er lítil ivi um, at okkara leikarar hava vilja víst, hvør dugur er í teimum. Spurningurin varð so, hvat seinni hálvleikur hevði at bjóða. Tá hettar er sagt skal skoytast uppí, at annar av útlensku leikaraunum hjá TK var leikbannaður til dystin.
Fyrsta málið eftir steðgin fall í okkara lut, og eftir 10 minuttum høvdu okkara økt leiðsluna til 19-14. Um hettar mundi verður hin útlenski leikarin hjá TK raktur av einum knæskaða sum inniber, at hann ikki er tøkur restina av dystinum – avgjørt ein smeitur fyri TK. Næstu 8 minuttirnar fær VÍF 6 mál, meðan TK einans fær 1 mál, soleiðis at støðan eftir 18 minuttum er 24-15. Seinastu minuttirnir av dystinum broyttu ikki stórvegis uppá støðuna, tó at TK fekk minkað málmunnin niður í 8 mál til endaligu støðuna 29-21.
Maskinmeistaralesandi høgri bakkur okkara tóktist hava nýtt røttu oljuna til dystin, og kundi eftir loknan dyst líta á eina 9-mála saldo, tá dystur var lokin – godt gået JPH J
Tað er at vóna, at vit við hesum dysti fylgja álmanakka árinum, og eru um at koma um styttsta – og harvið myrkasta – dag, soleiðis at tað aftur gongur ímóti ljósari tíðum. Kortini í hondunum bilar onki. Uppgávan er at spæla tey rætt, og at tey ikki venda baksíðuna upp, tá tey verða spæld á borðið.
Øllum leikarum og leiðarum í føroyskum hondbólti verður ynskt eini gleðilig jól og eitt gott komandi ár. Vit síggja fram til eina spennandi seinni hálvu av kappingunum.