Torstein til innandura kapping í Århus

 

Leygardagin 7. Januar 2012 luttekur Torstein Paulason Brattaberg, vegna VÍF kappróður, í Nordic Indoor Open í Århus. Hetta er norðurlandameistarakapping í inniróðri. Kári Djurhuus Brattaberg fer við Torsteini sum venjari hansara.

Torstein luttekur í tveimum kappingum, løb nr. 106 drenge/junior B 15-16 år 2000 m, og løb nr. 144 drenge/junior 15-16 år sprint. Kappingin verður streama á netinum, meir fæst at vit um hetta á http://tilmeld.roning.dk , kappingin byrjar kl. 10.00 danska tíð.

Torstein vann DM í inniróðri í sama aldursbólki í 2011, so spennandi verður hvussu fer at hepnast hesu ferð, vant hevur hann dúliga í tí óføra góða kappróðrarneystinum í Vestmanna.

Seinni í mðr. skal Torstein luttaka í DM í Gladsaxe, hesar ferðir eru stuðlaðar av Vestpack, Magn, Sportmaster, LÍV og Vestmanna Kommunu.

Torstein og Kári fara fríggjamorgunin, og koma aftur sunnukvøldið.