Takk fyri øll somul !

Enn eitt væl eydna Adidas Night Cup er fari aftur um bak. Vit byrjaðu fríggja morgunin kl 10 og endaðu við einum finalubrakið leygarmorgunin kl 07. Eitt tiltak við 96 dystum, áleið 480-500 leikarum, spenningi og gleði til sísta dyst. Tíðar ætlanin var hildin og sigast má, at við góðari samskipan, so letur tað seg gera.

Tað hevur kravt nógv av okkum í felagnum, at samskipa hetta avbera góða tiltak, men uttan tykkara hjálp, so bar  hetta ikki til. Listin yvir fólk sum hava hjálpt til er so langur, at vit nevna hann ikki her, men tit vit øll hvørji tit eru og vit eru sera sera glað og takksom fyri at felagið eigur so góða hjálp, enn einaferð hjartans hjartans takk fyri tit.

Adidas Night Cup er komi fyri at verða. Tey ungu í U10, U12 & U14 gentir/dreingir gleða seg at koma til tiltakið og vit hava bert fingið góðar afturmeldingar enn. Er tað onkur sum situr inni við onkrum tit vildu vit skuldu gjørt annaðleiðis til næsta tiltak RÍS/RÓS, so send ein teldupost til: umsitari@vif.fo

VÍF