Upp í posa og sekk – nú er tað KÍF

Sunnudagurin var fyrsti dagur við so nøkulunda koyrilíkindum millum Vestmanna og Havnina. Bæði liðini skuldu spæla, men stórkavi, Høgareyn, Vestmannavegur og nýyrðið rekkjukoyring sat so fast í vestmenningum, at rættiliga fáir høvdu leitað sær til Havnar. Tað sást aftur í teimum hundraðtals altráðu viðhaldsfólkunum á Facebook, sum fylgdu gongdini in absentia. Vit vestmenningar í Havn royndu sum frægast at fóðra spentu fjesbókararnar.

Kvinnurnar spældu seinasta innleiðandi steypadystin í Coca Cola kappingini móti Kyndli. Vinnarin gjørdist nummar eitt í bólkinum – tveyarin nummar tvey. VÍF rann frá næstan beinan vegin. Genturnar vóru sera væl upplagdar og hjá Kyndli bar einki til. Viviann stóð sera væl í málinum og hóast Kyndil eitt skifti ætlaði sær kensluna av, hvussu tað kendist at liggja á odda, so settu VÍF-kvinnurnar aftur turboina til og drønaðu liðið fram til hálvleiksstøðuna 11-17.

Kyndilskvinnurnar vóru sum hamskiftar í seinna hálvleiki. Serliga málverjin stóð væl. Og tað kendist, sum runnu kyndilskvinnurnar avstað og fingu ein bólt fyri og annan inn. Heilt soleiðis var tað kortini ikki. VÍF steðgaði upp, tað er rætt, og VÍF-málverjin tók ikki alt. Dysturin gjørdist rótutur, men verjan stóð kortini stinn. Gamaní fekk Kyndil 6 bóltar inn, meðan VÍF einki mál fekk. Men tað tók Kyndli 16 minuttir at skora hesi seks málini – og so fingu tær bara eitt mál afturat.

Dysturin vendi, tá málverjarnir báðir hjá VÍF spentu seg út og tóku seg saman, alt í senn, og tóku nærum hvørt skot – eina ferð trý skot á rað. Nógv tíð var ikki eftir, tá Kyndil fekk brotskast og hevði møguleika at minka til 19-20. Men Steinbjarta var í hopla, nú sigurin var í eygsjón, og tók brotskastið og ístaðin var tað VÍF, sum økti um leiðsluna til 18-21.  Fyrri hálvleikur endaði 11-17 til VÍF, seinni hálvleikur endaði 7-4 til Kyndil.

VÍF fekk nakrar keðiligar útvísingar og eitt skiftið vóru bara tríggir útileikarar á vøllinum. Og so fekk Daniella beinleiðis reytt kort. Kortini var hetta skerda liðið sinniligt og fáu vestmannaáskoðararnir sannaðu, at kvinnurnar hava tikið seg munandi fram, síðani kappingarbyrjan í heyst. Tær gjørdust nummar eitt í bólkinum og skulu spæla hálvfinalur antin móti VB ella Neistanum.

MENNINIR VUNNU 29-20

Mansliðið hjá VÍF spældi í Hoyvíkshøllini móti H71 2. Hetta var næsti dysturin í steypakappingini. Tað gekk eitt sindur strilti at fáa glið á. Liðið var eisini eitt sindur øðrvísi samansett, enn vit áður hava sæð í vetur. Sámal Joensen spældi við fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum og gjørdi góðan mun í verjuni. Kortini megnaðu hoyvíkingar at hanga uppi í vestmenningur, mest Halgiri Dahl Olsen fyri at takka. Men tá einir 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki settu vestmenningarnir tey bæði gearini upp, sum teir framman undan høvdu lovað og speedarin varð hildin inni restina av dystinum, samstundis sum møguleikar vóru at eksperimentera eitt sindur. Dysturin endaði 29-20 til VÍF.

39316_r_660_358[1]

VÍF hevur ein dyst eftir í innleiðandi bólkaspælinum í steypakappingini. Dysturin er móti KÍF og verður í Vestmanna mikukvøldið 21. jan kl. 20.00. Øll liðini í bólkinum hava spælt tveir dystir. VÍF hevur 4 stig, Neistin hevur 2 stig, KÍF 2 stig og H71 2 hevur 0 stig.

Í veruleikanum kunnu øll liðini í bólkinum koma víðari. VÍF verður nummar 1 um liðið fær stig mikukvøldið móti KÍF. VÍF fer eisini víðari, um Neistin ikki vinnur. Og VÍF fer víðari, um liðið ikki tapir við meira enn sjey málum móti KÍF.

KÍF skal hava eitt stig meira enn Neistin ella vinna við minst sjey málum í Vestmanna fyri at koma víðari. Tapa kollfirðingar í Vestmanna eru teir úti. Hinvegin verður KÍF nummar 1 um liðið  vinnur í Vestmanna og Neistin ikki vinnur móti H71 2.

Neistin fer víðari, um liðið fær stig og KÍF ikki fær fleiri stig, enn Neistin. Neistin kemur eisini víðari, um KÍF tapir og Neistin tapir við minni enn sjey málum hóskvøldið móti H71 2.

H71 2 kann bara gerast nummar 2. So skal liðið vinna við minst sjey málum á Neistan hóskvøldið samstundis sum KÍF tapir móti VÍF.

Mynd: Jens Kr. Vang