Vestmanna Cup 2018

Sum undanfarin ár, verður Vestmanna Cup aftur í ár. Kappingin verður sunnudagin 30. septembur frá kl. 14:30 til 16:30.

Kappingin er skipað soleiðis, at gentur og dreingir 10, 12 og 14 verða blandaði í nøkur lið, sum spælararnir hjá bestu liðum okkara verða venjarar hjá.

Meðan kappingin er, verða foreldrafundir hildnir, har venjararnir stutt greiða frá sínum ætlanum fyri árið, samstundis sum ábyrgdarpersónar, koyriætlanir v.m. verða avgreidd.

Kaffi, saft, og annað leskiligt fæst til keyps.

Vónandi síggjast vit til enn ein hugnaligan, gulan dag:-)