Í dag varð kappingarárið hjá okkara ungu spælarum skotið ígongd við árligu Vestmanna Cup-kappingini.
Ungdómsvenjarar okkara, Kathe, Mladen, Sjúrður, Andrias og Magnus høvdu sett 12 lið saman frá U10, U12 og U14 – gentum og dreingjum. Uml. 100 børn tilsamans, sum fingu venjarar frá fremstu liðum okkara úr SMS- og OKKARA-deildunum.
Tiltakið er eitt samansjóðingartiltak, har børnini hava møguleika at spæla saman við øðrum enn sínum vanligu liðfeløgum. Samstundis eru foreldrafundir, har venjarar og nevnd greiða frá ymsum praktiskum og har møguleiki er at seta spurningar.
Kroppsliga er stórur munur á einum U10- og U14-spælara og tí kann væntast, at yngru spælarirnir ikki sleppa upp í part í tílíkari kapping. Fyri at royna at fyribyrgja hesum, eru relgurnar fyri Vestmanna Cup tær, at eitt mál skotið av einum U10-spælara telur 3, meðan eitt frá einum U12 telur 2 og eitt frá U14 telur 1. Hesin leistur hevur riggað væl og riggaði eisini væl í dag. Øll sluppu upp í part og tóktust at hugna sær óført.
Liðini spældu 5 dystir í part í innleiðandi umfarðinum. Eftir tað komu hálvfinalur og síðani finala. Eftir góðar tveir tímar, varð klárt til finaluna, sum varð millum liðini hjá Sjúrði og Magnus. Endin varð, at liðið hjá Sjúrði vann sera spennandi dystin 24-20.
Vit ynskja vinnarunum tillukku við fyrsta plássinum og ynskja okkum øllum tillukku við einum væl eydnaðum Vestmanna Cup 2018.