VÍF ímóti KÍF

 

Í kvøld skulu menninir hjá VÍF royna seg móti KÍF. Dysturin verður í Vestmanna kl. 20.00. Dystir móti KÍF eru altíð eitt slag av eini styrkiroynd, og ætla okkara menn at vinna dystin, skulu teir spæla við fullari megi allar 60 minuttirnar.

Fyri viku síðani spældu menninir í Hoyvík móti H71. Hoyvíkingar vunnu dystin 27-20. Dysturin var avgjørdur tá 10 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Onkursvegna fór luftin úr VÍF-leikarunum.

Eg veit ikki, um tað er nakar uggi og nakar bati at fortelja, at VÍF tapti fyrsta dystin í fjør móti H71 28-17. Seinni reisti liðið seg munandi.

Umstøðurnar tykjast tó at vera øðrvísi í ár. Nærum øll lið hava mist leikarar, sum eru farnir í onnur lond at royna seg, og hjá VÍF er støðan serliga trupul, tí fleiri leikarar eru eisini farnir til onnur feløg.

Fyrsta dystin móti KÍF í fjør vann VÍF 32-26. Málið eigur helst at vera at fáa eitt líknandi úrslit í kvøld. Eg ætli mær í høllina at hyggja og vænti at síggja eitt sindur størri áræði frá teimum heilt ungu, enn í Hoyvíkshøllini. Tað fer helst at taka nakrar dystir at venja seg við kontantu mótstøðuliðini í bestu deildini.

Kvinnurnar vunnu 28-23 í fyrsta dystinum í ár, sum var ímóti H71. Hetta er fyrsta árið hjá H71 í fremstu deildini. Kvinnurnar spæla ikki aftur fyrr enn 5. oktober, tí A-landsliðið skal spæla í EM-undankapping komandi dagarnar.