Í fótbólti eitur tað 12. maður (kvinna). Í hondbólti eitur tað enn fjepparafelag, men kundi itið áttandi maður (kvinna). Spurningurin er, um ikki onkur í VÍF ella onkur vestmenningur skal savna ella stovna eitt fjepparafelag. Vit vestmenningar saðla ikki sama dag, sum vit ríða og koma vit ikki í dag, so koma vit í morgin. Hatta hava vit hoyrt so ofta. Men í mongum førum er tað so, sum orðafellið sigur, eisini í hondbóltshøpi. Ov fá fólk møta upp til avgerandi dystir, og tað kann kosta.
Vit eru øll har til hálvfinalurnar. Vit eru uppaftur fleiri til finalurnar. Men vit eru mangan ov fá til at fáa liðini fram til hesar hálvfinalur og finalur. Tað kann kosta og tað kostar viðhvørt. At bara fáir áskoðarar møta upp til avgerandi dystir kann samanberast við ein professara, sum hevur fyrireikað seg til ein fyrilestur í ein mánaða og bara tvey fólk møta upp at lurta eftir fyrilestrinum.
Eg var til dyst í høllini á Hálsi í gjárkvøldið millum Neistan og H71. Fullsett høll, næstan sum til eina hálvfinalu. Helvt um helvt viðhaldsfólk hjá Neistanum og H71. Vit sóu í KVF í kvøld dystin millum TEAM Klaksvík og StÍF. Proppfull høll. Maður og kvinna við børnum at hyggja at heimaliðinum.
Er ikki onkur eldsál í okkara hondbóltsbygd, sum vil leggja eitt sindur av lív og sál í at eggja fólkinum at koma í høllina at stuðla okkara leikarum. Kanska stovna eitt fjepparafelag. Áttandi vestmenningurin!