VÍF og STÍF í Vestmanna

 

Strandingar koma á vitjan í Vestmanna í dag. Kvinnurnar spæla klokkan 14.30 og menninir spæla klokkan 16.00. Kvinnurnar eru ivaleyst favorittar, men tað er ein vandamikil støða, sum okkara kvinnur ikki eiga at lata seg lumpa av. Skulu okkara kvinnur vera vísar í at vinna, skal full skrúva setast á frá byrjan og stimurin haldast uppi gjøgnum allan dystin.

Tað er trupult at siga, hvør er favorittur hjá monnunum, og gott tað sama. Okkara menn mugu helst royna at koma fyri seg aftur eftir tapið móti Kyndli, men StÍF hevur víst, at hóast fáir, so eru teir sera knáir. Venjarin hjá strandingum, Dia Midjord, hevur fylgt væl við spælinum hjá VÍF, og tí skulu okkara menn kanska finna upp á okkurt óvæntað. Tað er sjálvandi eingin ivi um, at okkara menn fara eftir tveimum stigum í dag.

Góðar dystir, kvinnur og menn !