VÍF slakaði onga løtu og vann KÍF

VÍF vann mikukvøldið ein góðan og samanumtikið uppibornan sigur á KÍF. Úrslitið gjørdist 22-19. KÍF hevði vunnið báðar sínar dystir frammanundan, fyrst móti StÍF og síðani móti Team Klaksvík. Vestmenningar vistu, at kollfirðingar eru góðir í ár. Teir hava vant nógv og eru væl samanspældir. Niclas Selvig var við aftur og Hans Eli Sigurbjørnsson skýtur enn sum áður áleið helvtina av málunum hjá kollfirðingum. Og ikki minst vóru allir Weyhe-brøðurnir við.

Vestmenningar vóru eitt sindur betur mannaðir, enn til dystin móti H71. Sjúrður Olsen, sum var burturstaddur móti H71, var nú við aftur, og aðrir sótu klárir á bonkinum.

Hetta var ein dystur, sum skuldi vinnast. Tað ráddi um at fáa sjálvsálitið aftur eftir tapið móti H71, og tað kundi bara gerast við einum sigri. At tað fór at gerast hart, vistu allir, og venjarin Ingi Olsen hevði eisini boðað frá, at dysturin helst fór at gerast eins harður, sum dysturin móti hoyvíkingum.

IMG_9069

Áttandi leikarin hjá VÍF – áskoðarin – var betur umboðaður hetta mikukvøldið, enn í dystinum um vikuskiftið. Og tað hoyrdist longu frá fyrsta bríksli, at viðhaldsfólkini hjá VÍF vóru til dystin fús at gera sítt til at hála sigurin heim.

Tað byrjaði javnt, sjáldan meira enn eitt mál á muni, og tá menn fóru til hálvleiks, førdi KÍF 11-10. VÍF leikti við øgiligari ferð. Leikararnir vistu, at lættast var at fáa mál áðrenn KÍF-verjan var komin upp á pláss. Hetta førdi til nakrar skeivar sendingar og mistar bóltar, men okkara menn herjaðu á aftur í næstu álopunum.

Annar hálvleikur var eins málfátækur, sum fyrri. KÍF gjørdi eisini fleiri feilir og dysturin var javnur heilt til 19-19 tá 26 minuttir vóru farnir. Tá lat VÍF sítt egna mál aftur og skeyt trý mál í hinum endanum til endaligu støðuna 22-19.

Dysturin var harður og stundum ljótur við øgiliga nógvum pausum. Nógv var togað og hildið og nógvir menn lógu á gólvinum og nógv varð turkað.

Tað, sum ivaleyst avgjørdi dystin, var treystið hjá vestmenningunum. Mann móti mann eru teir yngri og óroyndari, enn kollfirðingarnir, og tí kundi áhaldni og orkan verða avgerandi. Ikki minst tann mentala. Og orku og treysti høvdu vestmenningar hetta kvøldið. Tað sá næstan út, sum at VÍF-leikarnir móti endanum funnu útav, at teir orkaðu meira, enn teir upprunaliga hildu. Hetta kom helst óvart á kollfirðingar, sum móti endanum mistu pippið og fullu í fátt móti kraftini úr Vestmanna. Ivaleyst gjørdu áskoðararnir eisini munin móti endanum, tá rópt var út í eitt í fimm minuttir.

Við undantak av nøkrum tekniskum villum og eitt sindur for nógvum brendum skotum, so riggaði tað mesta væl hjá VÍF. Eisini tá bæði Áki og Filip vóru mansvardir. Men á nógvum økjum var talan um ein javnan dyst, har KÍF eisini brendi nógv.

Verjan hjá VÍF sær út til mennast fyri hvønn dyst, sum gongur. Málverjarnir stóðu eisini stak væl mikukvøldið. VÍFarnir vardu ikki so langt frammi, sum móti H71, men vóru alla tíðina klárir at fara út í stóru kollfirðingarnar. Tað riggaði fyri tað mesta. Áleyparin Filip Jojic skaraði fram úr henda dagin við framúrskarandi verjuspæli og læsti ferð eftir ferð KÍF-arnar.

VÍF hevur nú 6 stig fyri fýra dystir og liggur á øðrum plássi. Sunnudagin kl. 15.30 er tað Kyndil í Havn. Kvinnurnar spæla móti Kyndli sama dag í Havn kl. 14.00. Dystirnir eru so tíðliga á degnum, tí fótbóltslandsdystur er henda dagin. Tað ræður um at møta fjølment, eisini tí vit síggja ikki menninar spæla aftur fyrr enn 5. november, millum annað tí U21 liðið skal spæla landsdystir.

IMG_9079