Ein undir hvønn vangan móti Kyndli

Nú er náttarhondbóltur í Vestmanna og tað sømir seg ikki at lata sólina seta eina ferð afturat eftir harmaljóðini móti Kyndli seinasta sunnudag. Tað gjørdist ein lúsingur, ja ein rættiligur frammaná hjá bæði kvinnum og monnum. Kyndil vann kvinnudystin 27-22 og Kyndil vann mansdystin 33-24.

Tað er eingin ivi um, at bæði kvinnuliðið og mansliðið eru góð. Tað hava vit sæð í teimum flestu dystunum, tey hava leikt higartil. Hinvegin høvdu tey flestu nokk roknað við tveimum tøttum dystum, tí Kyndil á Hálsi er ikki bara sum at siga tað.

Spurningurin er tí, hvussu tað bar til, at liðini taptu so nógv, sum tey gjørdu? Hjá kvinnunum er besta boðið kanska, at tær ikki høvdu roknað við so nógvari mótstøðu. VÍF-kvinnurnar hava higartil leikt móti veikari liðum, og roknaðu møguliga ikki við, at kyndlaliðið var so nógv betri, enn StÍF og Stjørnan.

Tað gekk eisini javnt á í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 13-12 til Kyndil. Tað kom tí heldur óvart á VÍF, at verjan hjá Kyndli gjørdist so góð og so effektiv í seinna hálvleiki. Tá einki ber til í verjuni og Liljan ikki fær pláss at skjóta, gerst tað ov strævið hjá hinum at halda liðið inni í dystinum. Vit kunnu eisini siga, at mótvápnini hjá VÍF í seinna hálvleiki munaðu ov lítið, orkan fór úr spælarunum og Kyndil gjørdi sær dælt av hesum við skjótálopum.

Sigurin hjá Kyndli var fult uppiborin og nú ræður tað seg um at reisa seg móti VB, sum kemur til Vestmannar 25. oktober.

Menninir spældu ikki sum føroyameistarar henda dagin, og um dystin sjálvan er ikki so nógv at skriva um. Spurningarnir um, hvat hendi, vóru snøgt sagt ov nógvir. Tá venjarin Ingi Olsen eftir dystin varð spurdur, hvat hendi, var stutta svarið bara, at har hendi einki.

Vit mugu rokna við, at Ingi hevði sett menninar upp til dystin. Kyndil hevði heimavøll, Kyndil hevði av álvara brúk fyri einum rættiligum sigri og harafturat var málverjin MLaden við aftur fyri fyrstu ferð í ár.

Eina ella aðrastaðni í høvdunum á VÍF-arunum hildu teir ivaleyst kortini, at dysturin var vunnin, áðrenn hann var spældur. Tá er tað sera, sera trupult at broyta hugburðin á vøllinum. Spælið gekk ov seint frá byrjan, stríðsviljin var ikki tann sami, sum móti KÍF og tí riggaði lítið og einki, hvørki í álopi ella í verju. Tað skal tó sigast, at onkur á VÍF-liðnum stríddist, hóast brekkan var brøtt. Kyndil vann dystin 33-24 og hálvleiksstøðan var 15-11.

Vit upplivdu nakað tað sama í triðja dystinum í fjør móti Neistanum, sum var í Havn. VÍF lá rímiliga væl fyri á stigatalvuni og VÍF hevði vunnið fyrsta dystin móti Neistanum í Havn 32-16. Næsta dystin í Vestmanna vann VÍF 30-21. Neistin hevði eisini tapt móti øðrum liðum og lá niðarlaga á stigatalvuni og tá var ikki so nógv at spæla fyri – so sjálvandi fór VÍF eisini at vinna triðja dystin, mundi mangur hugsa.

Eingin ivi var um, at VÍF undirmetti Neistan í triðja dystinum, sum Neistin vann so ruddiliga 35-28. Ein rættiligur uppercut til vestmenningar. Aftaná ráddi um at prógva, at liðið spældi fyri at gerast meistari. Liðið reisti seg eisini manniliga og vann tann komandi dystin móti Team Klaksvík ikki minni enn 40-17.

Tað keðiliga í verandi støðu er, at so long tíð gongur, til VÍF-menninir sleppa at prógva, at betri evni eru í teimum, enn í dystinum móti Kyndli sunnudagin. U21-landsdystir og annað gera, at dysturin móti Neistanum ikki verður fyrr enn 4. november. Dysturin verður í Vestmanna, og tann dysturin skal vinnast, um VÍF skal vera við ovara enda í kappingini.

Kyndil-VÍF