NIGHT CUP: VÍF vann tvær av seks kappingum

VÍF var í trimum finalum og vann tvær av finalunum leygarnáttina, tá Night Cup var í Vestmanna. Lið úr VÍF, KÍF, H71, Neistanum, Kyndli, ÍA, StÍF, EB, Sóljuni og Stjørnuni vóru við í kappingini, og tilsamans vóru áleið 460 børn úr 9 upp í 14 ár í høllini hesa náttina. Hvør dystur var ein hálvleikur, sum var 13 minuttir. Finalurnar vóru tvær ferðir 10 minuttir.

H71 og StÍF komu í finaluna hjá U10 gentum. H71 vann dystin. Hjá U10 dreingjum komu VÍF og H71 í finaluna. H71 vann eisini tann dystin. Neistin og H71 komu í finaluna hjá U12 gentum og H71 vann her sín triðja sigur. Hjá U12 dreingjum møttust VÍF og H71 í finaluni. Hetta gjørdist ein sannur gysari, sum VÍF vann. Neistin og H71 komu í finaluna hjá U14 dreingjum og Neistin vann henda dystin. Hjá U14 gentum komu VÍF og Kyndil í finaluna, og her vann VÍF.

U12 dreingir

VÍF U12 dreingir saman við H71-dreingjunum: Aftast frá vinstru: Páll Follend Mikkelsen, Philip Mülle og Rani Ákason. Fremst frá vinstru: Mattias B. Joensen,Tróndur Johnson og Eyði Brargarson. Liggjandi: Rói Haldansen og Sasja Lačok. Mynd: Jan Nielsen

U14 gentur

VÍF U14 saman við kyndlagentunum: Aftast frá vinstru: Tinna Johnsdóttir, Maria Friis, Helena Hansen og Ró Nielsen. Fremst frá vinstru: Svanna Hjartvardsdóttir Kjærbæk, Rebekka Joensen, Lív S. Poulsen og Elsa Egilsnes. Mynd: Jan Nielsen

U10 dreingir

U10 dreingir: H71 gull og VÍF silvur. Mynd: Jan Nielsen

U10 gentur

U10 gentur: H71 gull og StíF silvur. Mynd: Jan Nielsen

U12 gentur

U12 gentur: H71 gull og Neistin silvur. Mynd: Jan Nielsen

U14 dreingir

U14 dreingir: Neistin gull og H71 silvur. Mynd: Jan Nielsen