Kost og venjing v/ Magna Mohr tann 28.oktobur

Okkara fremsti granskari innan ítróttarvenjing, Magni Mohr, kemur mikukvøldið tann 28. oktobur, kl 1900 at greiða frá og ráðgeva okkara spælarum, foreldrum og venjarum, hvussu vit fáa sum mest burturúr venjinginum og hvussu kostvanar kunnu miðvíst málrættast til tær ymisku venjingarnar.
Øll íðkandi hjá felagnum frá 14 ára aldri, foreldur at børnum í øllum aldursbólkum og venjarar eru hjartaliga vælkomin til tiltakið. Hetta tiltak er stíla til tykkum, komið við, lurtið og seti spurningar um ymiskt sum tit sita inni við.
Fyrilesturin verður inni á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna

VÍF