VÍF-leikarin Áki Egilsnes varð í dag valdur til besta leikara í IHF Trophy kappingini, sum hevur verið í Bulgari seinastu dagarnar. Áki varð somuleiðis valdur sum besti høgri bakkur í kappingini. VÍF ynskir Áka hjartaliga til lukku við heiðrinum.
Áki Egilsnes við steypinum og tveimum heiðursplátum
Rói Berg Hansen var kosin besti vinstri vongur og Pætur Thomsen besti høgri vongur.
Teir fýra VÍF-leikararnir, sum vóru á U21-liðinum: Julian Olsen, Áki Egilsnes, Niklas Simonsen og Hanus Christophersen