Leygardagin vunnu gentur 14 ein týðandi sigur á Stjørnuni í Klaksvík. Eftir at hava verið aftanfyri 6-1, reistu tær seg aftur og fóru til halvleiks við einum javnleiki. Í seinna hálvleiki gekk betur, verjan stóð stinn, málverjin stóð væl, góðar fríspælingar vóru og nakrar perlur av langskotum gjørdu, at VÍF-genturnar vunnu 13-17. Allar sluppu inn og tveir av nýggju leikarunum spældu á fyrsta sinni ein landskappingardyst.
Stjørnan hevur nýggjan venjara, sum er fyrrverandi VÍF-venjarin, Michael Ericson. Tað vóru tí nakrar sera vælnøgdar vestmanna gentur, sum komu aftur úr Klaksvík leygardagin. Gentur 14 hava fult stigatal eftir at hava leikt tveir dystir. Í fyrsta dystinum vunnu tær 14-12 á Kyndli. Talan er um somu gentur, sum vunnu Night Cup kappingina í sínum bólki.
Gentur 14 eftir sigurin í Night Cup