VÍF vann uppiborið á VB

Vit søgdu tað undan dystinum, at dysturin móti VB mátti vinnast. Vinnur tú ikki á VB í Vestmanna, vinnur tú neyvan í Vági, so einfalt er tað. Men vinnur tú rímiliga greiðan sigur í Vestmanna, er als ikki ómøguligt at vinna á VB, sjálvt í Vági.

VÍF vann dystin móti VB sunnudagin 31-27. Hálvleiksstøðan var 14-13. VB hevði bara vunnið ein dyst framman undan, so vit kunnu kanska siga, at vágskvinnur vóru svangari eftir at fáa stig. Hinvegin hava vestmannakvinnur greitt boðað frá, at tær ætla sær í finaluna, og tí høvdu tær minst líka nógv at stríðast fyri, sum VB-leikararnir.

Tað var hugaligt, at Durita C. Jojic aftur var á liðnum eftir barnsburð. Hetta var hennara fyrsti dystur í einar 10 mánaðir og hon leikti við allan dystin. Og vist gjørdi hon mun, bæði við tveimum skotum og í verjuni, men vit vænta, at munurin fer at síggjast uppaftur betri, tá hon hevur fingið meira dystarvenjing.

Marianna H. Jacobsen

Marianna H. Jacobsen skeyt 9 mál fyri VÍF

VÍF-liðið spældi heilt einastandandi góðan hondbólt í løtum. Tær løturnar kom nógv burturúr. Hinvegin vóru løtur, at liðið ikki spældi nógv væl. Samanspælið var heldur trilvandi og stundum var ferðin ikki eins høg, sum hon var í teimum fyrstu dystunum. Tá kom minni burturúr. Í fyrra hálvleiki kundi VB tí ligið betur fyri, um ikki málverjin hjá VÍF, Kristina Griksaite, í veiku løtunum hjá útileikarunum, við meistarligum spæli helt VÍF inni í dystinum.

Tað tók sína tíð at ríva seg leysan av VB. Men tá nakað var liðið av seinna hálvleiki, komu vestmannakvinnur fýra mál fram um, og mótgongdin gjørdist tá ov strævin hjá VB. Ein góður, uppiborin og týðandi sigur og samanlagt 6 stig eftir fýra dystir.

SO ER TAD NEISTIN

Mikukvøldið 4. november møtir VÍF føroyameistaranum Neistanum. Dysturin er at roknað sum ein avgerandi lykladystur um vit taka fyrsta fjórðingin av kappingini fyri seg. Tað loysir seg ikki at tapa fyrstu dystirnar bæði móti Kyndli og Neistanum, hóast dystirnir eru í Havn. Havnin er full av vestmenningum og tað tekur 35 minuttir at koyra úr Vestmanna til Havnar, so við teimum brillunum er høllin á Hálsi nærum at roknað sum neutral. Møta vestmenningar trúfastir til dystin, køva vit sum einki neistarópini.

Men leikararnir mugu gera sítt. Áskoðararnir bera næstan altíð yvir við einum liðið, sum stríðist til seinasta sekund, hóast liðið liggur undir við einum máli. Tað ætla vit ikki hetta mikukvøldið, men so skulu veiku løturnar í dystinum móti VB gerast munandi sterkari, so støðið liggur javnari gjøgnum allan dystin.

Durita var við aftur fyrrstu ferð í 10 mánaðir

Durita C. Jojic var við aftur fyri fyrstu ferð eftir barnsburð

Samstundis mugu kvinnurnar og venjari savna seg í einum hugaroki um hvussu hóttandi leikaraverjurnar kunnu molnast við onkrum enn ósæddum teknikki og soleiðis gerast nyttuleysar. Móti VB var Liljan vard stóran part av dystinum, og hóast hon var ófør at slíta seg leysa við alternativum skotum aftaná fríkaststøður, so er Liljan ein so góður spælari, at hon ikki í longdini fer at finna seg í at standa úti í miðjum gólvi og hyggja at, hvussu dystur fer framman fyri málinum. Serliga ikki, tá tað leikar javnt á, sum vit kunnu rokna við í dystinum móti Neistanum.

Uppskriftin verður ivaleyst fullur innsatsur frá byrjan, orvakin verja og snildar fintur við plettskotum – umframt nøkur øgilig skjótálop. Allan dystin nøkulunda soleiðis sum spælið var tær góður løturnar í dystinum móti VB.

Takk fyri dystin sunnudagin og góðan dyst 4. november.

VÍF-VB 31-27

Kristina Griksaite, Steinbjarta Marnersdóttir, Jórun Gudmundsen, Agnas Olsen 6, Brynja Rógvadóttir, Annika Poulsen, Liljan Djurhuus 6, Beinta Sveinbjørnsdóttir 3, Marianna H. Jacobsen 9, Durita C. Jojic 2, Randi Virgarsdóttir 1, Ronja Johannesen, Kathe Frederiksen 3, Lív Ingdorsdóttir, Eilin Hansen 1, Daniella Joensen.