Month: November 2017

SIGURSRØÐIN HELDUR FRAM

VÍF-H71 kvinnur 40-24 Sigursrøðin hjá VÍF-kvinnunum heldur fram, nú vit eru farin inn í annað umfar av Hvonn-kappingini. Og talan er ikki einans um eina framhaldandi sigursrøð, tí hóskvøldið 2. november var talan um ein veruligan stórsigur móti kvinnunum hjá H71, sum hevur klárað seg væl móti sjálvt teimum sterkaru liðunum í kappingini. Við Mariu …

SIGURSRØÐIN HELDUR FRAM Read More »

Dómaraskeið hóskvøldið 09.11 kl 1830

Hóskvøldi kl 18:30 verður dómaraskeið fyri øllum áhugaðum dómarum í Ítróttarhøllini í Vestmanna. Karstin Joensen & Hartvig Joensen koma at halda skeið fyri dómarum hjá felagnum. Teir koma at greiða frá grundreglum í hondbóltsdøming og svara spurningum sum settir verða. Vit vóna at síggja som nógvar dómarar sum til ber VÍF

Atgongumerkir til Jólaborðhaldið umvegis bankaflyting

Hey øll somul. Fyri at lætta um hjá tykkum, so kunnu tit ogna tykkum atgongumerkir til Ársins Jólaborðhald við eini banka flyting. Flytið 550 kr/luttakandi á konto í Bank Nordik 6460 – 1542089 og viðmerki navn á luttakarum. Eru serlig ynskir um bólkar sum vilja sita saman undir borðhaldinum, so sendi ein teldupost til angelie@olivant.fo VÍF

Dómarayvirlit vika 44

Viðheft er dómarayvirlit fyri viku 44. Vinarliga kunni tykkum um nær tit eru sett at døma og møti upp minimum 15 áðrenn dyst Dómarar Vika 44

VÍF-H71 HÓSKVØLDIÐ

Tað verða nógvir góðir leikarar og góðir venjarar í høllini í Vestmanna í kvøld, hóskvøldið 2. november, tá hoyvíkingar koma á vitjan. Kvinnurnar spæla klokkan 18.30 og menninir klokkan 20.00. Lat okkum geva teimum fullan stuðul, tey hava tað uppiborið. Tey stríðast fyri okkum og venja fleiri ferðir um vikuna – bæði fyri sína egnu …

VÍF-H71 HÓSKVØLDIÐ Read More »