VÍF og VB hildin fyri gjøldur
VÍF-kvinnurnar fóru væl fyrireikaðar suður til Vágs at spæla avgerandi dyst móti VB. Formurin hevur verið sera góður seinastu dystirnar og vónir vóru um gott úrslit. Onkur var farin suður dagin fyri og ikki sørt av áskoðarum vóru eisini í ferðalagnum. Men sum øll vita, har bleiv eingin dystur spældur. Eingin dómari var komin suður. …
