Ingi Olsen: Góðkent avrik móti H71
Eingin ivi er um, at H71 hevði meira brúk fyri einum sigri, enn VÍF í landskappingardystinum í Vestmanna sunnudagin. H71 hevði meira at stríðast fyri. Skal liðið í finaluna, mugu dystir vinnast móti onkrum av toppliðunum. Ein av hesum møguleikum var sunnudagin, og heilt ómøguligt skuldi tað ikki verið hjá hoyvíkingum. Mangan hava teir gott …



